Minningargudstænasta fyri Fríðrik Petersen

Í ár eru 100 ár liðin síðan Fríðrikur Petersen doyði. Í tí sambandi verður ein minningargudstænasta hildin 2. Hvítusunnudag kl. 18 í Fríðrikskirkjuni á Nesi.

 

Tað skrivar fólkakirkjan á heimasíðu sínari.

 

Jákup Reinert Hansen, prestur og lektari, fer at halda ein fyrilestur um Fríðrik Petersen.

 

Fríðrikur Petersen var fødduri 1853 í Saltnesi. Hann starvaðist sum prestur í Sandoy og í Suðuroy og var eisini próstur á Nesi.

 

Hann var eisini virkin í politikki og var millum annað við til at stovna Sambandsflokkin í 1906, har hann var formaður frá 1906-1917. Hann var limur í løgtinginum í landstinginum í ymsum tíðarskeiðum frá 1890-1917.

 

Fríðrikur Petersen er eisini vælkendur sum sang- og sálmaskald. Hann yrkti millum annað fyrst tjóðsangin Eg oyggjar veit og vælkendar sálmar sum Tíðin rennur sum streymur í á og Gleðilig jól.