Hús í bygdini Mazar Dara í Kunar-landslutinum liggja í oyði eftir jarðskjálvtan mánadagin. - Mynd: Wakil Kohsar/Ritzau Scanpix

Minst 1.100 deyð eftir jarðskjálvta í Afghanistan

Jarðskjálvtin rakti tíggju kilometrar undir jarðskorrpuni og er ein tann sterkasti, sum nakrantíð er máldur í Afghanistan.

Hús í bygdini Mazar Dara í Kunar-landslutinum liggja í oyði eftir jarðskjálvtan mánadagin. - Mynd: Wakil Kohsar/Ritzau Scanpix

Talið av deyðum er komið upp á 1.124 eftir jarðskjálvtan, sum rakti Kunar-landslutin í útsynningspartinum av Afghanistan í gjár.

 

Tað upplýsir hjálparfelagsskapurin Reyði Hálvmáni.

 

Umframt tey deyðu fingu 3.251 fólk skaða og fleiri enn 8.000 bygningar vórðu oyðilagdir.

 

Sambært Zabihullah Mujahid, talsmanni fyri Taliban-stjórnina, var talið av deyðum seinnapartin komið upp um 1.400.

 

Sama dag rakti ein nýggjur jarðskjálvti uppá 5,5 aftur økið. Enn er tó ógreitt, hvussu umfatandi skaðin eftir nýggju skjálvtarnar er.

 

Bjargingarfólk royna at røkka fjarskotnum bygdum í Kunar og yvirhøvur í fjallaøkjum, sum enn ikki hava fingið hjálp.

 

Talið av deyðum fer væntandi at vaksa, so hvørt sum bjargingarlið koma, sigur Ehsanullah Ehsan, leiðari á vanlukkudeildini í Kunar.

 

- Vit kunnu ikki siga frammanundan, júst hvussu nógv lík kunnu eru fangað undir leivdunum, segði hann.

 

Eftir bjargingararbeiðið kemur arbeiðið við at býta hjálparvørur út til íbúgvarnar í raktu økjunum.

 

- Okkara átøk eru at fremja hesi átøk skjótast gjørligt og at byrja at býta neyðhjálp út til tær raktu familjurnar, segði Ehsanullah Ehsan.

 

Humanitera samskiparin hjá ST í Afganistan segði á tíðindafundi í Kabul, at skaddir vegir og skriðulop hava verið størsta avbjóðingin hjá bjargingarfólkunum fyrstu 24 tímarnar eftir jarðskjálvtan.

 

- Nógv skriðulop og omanlop hava verið, og atgongdin hevur verið sera avmarkað fyrsta samdøgrið.

 

- Størsta avbjóðingin er at røkka hesum fjarskotnu økjunum, har vegirnir eru ógvuliga skaddir, sigur talskvinnan Indrika Ratwatte.

 

Jarðskjálvtin, sum varð máldur 6,0 og rakti 10 kilometrar undir jarðskorpuni á midnátt lokala tíð mánanáttina, er ein av harðastu jarðskjálvtum, sum nakrantíð eru skrásettir í Afghanistan.

 

 

 

Ritzau/Reuter

 

Hús í bygdini Mazar Dara í Kunar-landslutinum liggja í oyði eftir jarðskjálvtan mánadagin. - Mynd: Wakil Kohsar/Ritzau Scanpix