Vit hoyra javnan um menn, sum gera seg kynsliga inn á børn, men tað hendir eisini, at smádreingir finna upp á slíkt.
- Frá tí eg var seks til níggju ár, varð eg misbrúkt av einum dreingi, sum var tvey ár eldri enn eg, sigur ein genta, sum fegin vil siga sína søgu.
Hon visti ikki, hvat tað var, sum hendi. Men hon var bangin og hevði bara hug at renna avstað, men tað bar ikki til, tí drongurin hevði oftast tríggjar vinmenn við, og teir ansaðu eftir. Ágangurin fór fram langt frá húsum, so eingin fekk tað við.
Hon segði eini vinkonu, hvat hendi. Vinkonan fór víðari við tí, so nógv børn visti um, hvat fór fram.
- Tá ið eg so kom í skúla, fóru børnini at spyrja. Tey tosaðu um, at eg hevði gjørt hitt, at eg ikki var jomfru longur, og tey kallaðu meg hora. Tað var alt annað enn stuttligt.
Gentan fekk tað bara verri og verri, tordi ikki út fyri dreingjunum, læsti seg inni í sær sjálvari, eisini tí hon var bangin fyri, at børnini fóru at rópa eftir henni.
- Ikki fyrr enn eg var nøkur ár eldri, skilti eg, hvat var hent, og eg skammaði meg nakað so ræðuligt.
Hon var tann seka
Tá ið hon kom í framhaldsdeildina, vóru javnaldrarnir framvegis eftir henni og happaðu hana við tí, sum “hon” hevði gjørt. Eingin tosaði um, at ágangur var framdur móti henni.
Vinkonurnar søgdu við hana, at hon kundi vera blivin upp á vegin.
- Eina ferð skuldi eg av øðrum orsøkum í skannara, og eg var so bangin fyri, at tey fóru at finna eitt deytt barn í búkinum.
Eina ferð kom tað mammuni fyri oyra, at okkurt var, men mamman visti ikki, hvussu álvarsligt tað var. Hon fór til mammu dreingin, sum so tosaði við sonin um at gevast við at gera seg inn á gentuna.
- Úrslitið var, at hann skeldaði meg út fyri at hava slatrað, og eg var so bangin.
Mamman var greið yvir, at okkurt var galið, men hon visti ikki hvat. Gentan fór burtur í rak, og mamman fór við henni til lækna. Tað gav einki, tí likamliga bagdi gentuni einki, og hon avdúkaði heldur ikki nakað.
Tordi ikki at tosa
Gentan sigur, at hon tordi ikki at tosa við mammu sína, tí hon vildi ikki skuffa hana, og so var tað eisini tað, at drongurin var systkinabarn hennara, ein fittur drongur. Gentan var bangin fyri, at mamman ikki fór at trúgva sær og fór at blíva ill, og gentan helt tað vera sína skyld.
- Eg helt so lítið um meg sjálva og helt, at eg var tann einasta í verðini, sum hevði gjørt slíkt býtt.
Fyri nøkrum árum síðan flutti gentan við familju síni til Danmarkar.
- Eg var so glað og helt, at nú fór eg at gloyma alt, men so lætt gekk tað ikki. Eg kendi skyld, føldi meg ólekra og ræddist dreingir.
Tá ið gentan byrjaði í studentaskúla, bar ikki so væl til longur at halda seg langt burtur frá dreingjum, tí dreingir vóru í flokkinum.
Fór til ein lærara
- Eg hevði tað so ringt, hugsaði um at taka lívið av mær og alt annað. Ein dag lat eg meg upp fyri eini vinkonu, og í staðin fyri at finnast at mær, føldi hon við mær. Tað gav mær dirvi til at tosa við ein lærara, og vit samdust um, at eg gjørdi best við at tosa við mammu um tað, sigur gentan.
Tað var ikki lætt hjá henni at skula siga mammuni og pápanum frá loyndóminum og øllum ringu tonkunum, hon hevði gingið við.
- Mamma bleiv so kedd, og vit báðar sótu leingi og grótu saman, meðan hon klemmaði meg. Mamma hevði so ilt við at skilja, hví eg einki hevði sagt fyrr.
- Eg minnist, at eg kreyp inn til mammu og kendi tryggleikan. Tá upplivdi eg at vera barn og kendi samstundis, at eg ikki hevði fingið loyvi at vera tað barn, sum eg átti at verið.
Næsta stigið hjá gentuni var at fara til Kris í Danmark.
- Har lærdi eg at siga, at tað var hann, sum gjørdi hetta móti mær, og at eg og hann ikki høvdu gjørt tað. Tað var ein stór hjálp at kunna tosa við fakfólkini í Kris um mín trupulleika, og tað kann eg mæla øllum til at gera.
Eina ferð royndi hon at koma saman við einum dreingi, men tað bar als ikki til.
Fyri ikki so langari tið síðan kom hon eftir, at systirin hevði verið fyri tí sama, og eisini aðrar gentur.
- Eg havi hugsað um tað seinni, at hevði ein skúlasjúkrasystir verið í barnaskúlanum, var eg kanska farin til hennara, ella hon hevði skilt, hvat bagdi.
Nú heldur gentan seg vera komna væl víðari. Hennara sjálvsvirðing og sjálvsálit eru økt, og hon kennir ikki skyld. Tað er tó langur vegur enn á mál, sjálvt um fleiri fólk hava sagt við hana, hvussu nógv betur hon sær út, hvussu búgvin hon er blivin og annað gott.
- Í staðin fyri at vera kedd, eri eg nú ill, og tað er nógv betri. Nú hugsi eg ikki bara ilt aftur á barndómin men minnist eisini tær góðu løturnar.
Hon hevur eisini hugsað nógv um, hví ein drongur við hjálp frá øðrum javngomlum dreingjum fann uppá at gera seg kynsliga inn á eina lítla gentu. Onkur hevur nevnt fyri henni, at dreingir byrja at hava áhuga fyri porno, og so snýr tað seg óivað eisini um makt.
- Sum barn ynskti eg mær altíð at hava ein stórabeiggja, sum kundi verja meg, og eg minnist, at eg bað mammu ættleiða mær ein stórabeiggja.
Gentan hevur valt at siga søgu sína í vónini um, at gentur, sum hava verið fyri tí sama, skulu sleppa av við skuldarkensluna, og at lærarar og onnur taka spurningin upp.
Samstundis vónar hon ein dag at kunna liva eitt gott lív og stovna familju.