Misjavnur dagur hjá føroyingaliðunum í Danmark

Av fýra føroyingaliðum var tað bert Ajax, ið vann í dag

Mynd: Ajax

Fýra føroyingalið, eitt í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum, og trý lið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini vóru í leiki í dag.

 

Í bestu deildini taptu Marita Mortensen og liðfelagarnir í HØJ á útivølli 30-33 fyri EH Aalborg. Í steðginum var Aalborg á odda 16-13. Marita var noterað fyri eitt mál.

 

HØJ er nummar 12 í deildini við seks stigum fyri 12 dystir.

 

Í næstbestu deildini eydnaðist tað Elsu Egholm, Lív og Vár Zachariasen, og liðfeløgunum í Ajax á heimavølli at vinna stórsigur 34-20 á SIK Viborg. Í steðginum var Ajax frammanfyri við níggju málum, 17-8.

 

Elsa skoraði tvey mál, meðan Lív og Vár skutu eitt mál hvør. 

 

Ajax er nummar fimm í deildini við 14 stigum.

 

Tað eydnaðist Brynhild Pálsdóttir, Marionnu G. Eystberg og liðfeløgunum í Ydun at tryggja sær eitt stig við javnleiki 30-30 í útidysti móti Sæby. Í steðginum var Sæby á odda 17-15.

 

Brynhild skoraði seks mál og var næstbesti málskjúttin hjá Ydun. Marianna skoraði tvey mál. 

 

Ydun er næstaftast í deildini við seks stigum. 

 

Rannvá Olsen og liðfelagarnir í Ejstrup/Hærvejen taptu á heimavølli í Snede-høllini 24-26 fyri Fredericia. Í steðginum vóru Rannvá og liðfelagarnir á odda 16-14.

 

Rannvá skoraði tvey mál.

 

Ejstrup/Hærvejen er nummar níggju í deildini við níggju stigum. 

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: Ajax