Móðir Teresa deyð - 87 ára gomul

Meðan hon var í ferð við at fyrireika eina minningargudstænastu um Dianu Prinsessu, doyði Móðir Teresa í gjár av einum hjartatilburði - 87 ára gomul

Rætta navn Móðir Tersu var Agnes Gonxha Bojaxhiu, men hon var víðagitin undir navninum Móðir Teresa, tann rómverskt-katólska nunnan, ið vígdi lívið til fátæk og sjúk kring heimin allan.


Móðir Teresa úr Calcutta varð borðin í heim í Albania í 1910. Sum átjan ára gomul fór hon upp í ordanin »the Order of the Sisters of Our Lady of Loreto« í Írlandi.


Sum skúlastjóri á einum rómverskum skúla í Calcutta, gjørdist hon sera rørd av at síggja, hvussu illa fólkið hevði tað - tey vóru sjúk og lógu og doyðu úti á gøtuni. Tí fekk hon í 1948 loyvi at fara frá sínum posti, og fór at hjálpa sjúkum.


Móðir Teresa fekk í 1979 nobelfriðarheiðurslønina og vegna sjúku varð hon í 1990 noydd at minka um hjálparvirksemið sítt.


Móðir Teresa og Diana Prinsessa kendust væl - og tær hittust seinastu ferð í summar.


Nett sum Móðir Teresa var við at fyrireika eina minningargudstænastu um Dianu Prinsessu, doyði hon av hjartatilburði.


Móðir Teresa gjørdist 87 ára gomul.