Bretskar fregnartænastukeldur siga í dagsins frágreiðing um støðuna í Ukraina, at moralurin hjá russisku herdeildunum í krígnum helst fer at halda fram við at minka.
Keldurnar vænta eisini, at russiskar herdeildir framhaldandi fara at hava trupulleikar við veitingum og herfólki á ávísum hermótinum í Ukraina.
Høvuðsendamálið hjá Russlandi nú er at skipa krígsførsluna og átøkini í eystara parti av Ukraina, har Donbas-regiónin er.
Russisku álopini halda fram í Donbas, og her verður roynt at raka undirstøðukervið fyri at gera tað truplari hjá ukrainska herinum at fáa veitingar.
- Endamálið er at leggja trýst á ukrainsku stjórnina, siga bretskar fregnartænastukeldur.
Ukrainskir myndugleikar stúra fyri framhaldandi russiskum álopum í eystara parti av landinum og hava tí heitt á sivilfólk um at rýma úr økinum, tí annars seta tey lívið í váða.