Moses verður á Argjum í tvey ár aftrat

Argja Bóltfelag og nigerianski miðvallarin hava í kvøld skrivað undir nýggjan sáttmála

Ein av avgjørdu profilunum hjá AB í Meistaradeildini í ár, Obule Sunday Moses úr Nigeria, hevur í kvøld skrivað undir nýggjan sáttmála við AB. Sáttmálin var fram til kappingarlok í ár, men nú hava nigerianski miðvallarin og AB skrivað undir nýggjan sáttmála, sum ber við sær, at Moses verður í AB í hvussu so er tvey ár aftrat. Tað vil siga, at hann verður á Argjum fram til kappingarlok í 2028.

 

 AB skrivar soleiðis í kvøld:

 

Moses, sum er 22 ára gamal, kom til AB á sumri í fjør frá FC Midtjylland. Tað gjørdist okkum beinanvegin greitt, at vit høvdu fingið ein sterkan, bóltryggan miðvallara við góðum spælskili á liðið. Í ár hevur hann saman við liðfeløgunum ment seg enn meira, og tað hava onnur í føroyska fótbóltsheiminum eisini varnast. Við sínum trimum málum er Obule Sunday Moses deildur toppskjútti hjá AB. Harafturat hevur hann eisini verið at sæð á vikuliðnum hjá bolt.fo, og tá bolt.fo setti eitt ,,fyribils” ársins lið saman eftir fyrsta triðingin, var Moses at finna á liðnum.

 

Onkur hevur hildið fyri, at tað fór at blíva trupult hjá AB at varðveita Moses í felagnum, men vit kunnu nú staðfesta, at hann fer ongan veg fyribils. Higartil hevur miðvallarin úr Nigeria spælt 22 dystir fyri AB og skorað fýra mál, og vit gleða okkum at síggja hann spæla nógvar dystir afturat fyri felagið.

 

At leingja sáttmálan við ein slíkan spælara er ein týðandi liður í at framtíðartryggja, at okkara besta manslið, sum hevur tikið øll á bóli í Meistaradeildini í ár, eisini framhaldandi verður kappingarført og kann vinna sær støðufesti í bestu deildini, skrivar AB.

 

##med2##