Í sambandi við kaðalgrevstur hjá AP Bilum & Maskinum fyri SEV á Sandi, er nú endiliga ein ávegis gøta komin um Sandafløtt.
Tað er rímiliga nógv bilaferðsla – og eisini tung ferðsla - eftir vegnum millum bygdina á Sandi og býlingarnar í Trøðum, Sandabrekkuni og á Sondum.
Øll bilaferðsla til og úr eysturbygdunum í Sandoynni koyrir eftir hesum vegastrekki, og teinurin úr Trøðum og av Sondum um fløttin og yvir í bygdina á Sandi, er tað mesta av einum kilometri.
Her er breiður vegur, og hóast gøtuljós eru fram við vegnum, kann tað viðhvørt kennast, sum ferðslan er ógvuliga nær gongufólki og súkklum á vegastrekkinum.
Hetta er landsvegur, og tí er tað Landsverk, sum varðar av vegnum. Nú kaðal er grivin framvið vegjaðaranum um fløttin, hava AP Bilar & Maskinur ómakað sær at gjørt eina gøtu, sum er grovplanerað.
Áður var mold at kalla heilt út til vegbreytina, men nú grevstur hevur verið, er dúkur lagdur niður í lendið, og skervtilfar - heldur enn mold - er lagt oman yvir aftur.
Tískil er komin ein breið og góð gøta burturúr hesum arbeiði.
Við eitt sindur av snøgging aftrat – og kanska lampum á gøtuni – kann hetta vegastrekkið nú gerast nógv tryggari enn áður hjá gongufólki og súkklum.
##med2##












