VIDEO: Deiligt at síggja liðfelagarnar á landsliðnum

(Video) Síggj og hoyr samrøðu FSF varpið hevur havt við Jóannes Bjartalíð

Mynd: FSF

FSF skrivar:

 

– Ævintýrið í Kasakstan hevur verið spennandi, men eisini avbjóðandi. Tí er tað ein fantastisk kensla at síggja landsliðsfelagarnar aftur, sigur Jóannes Bjartalíð í samrøðu við FSF Varpið

 

——————

 

Í morgin, týsdagin klokkan 16:00 skal manslandsliðið á vøllin aftur, tá bronsudysturin í Baltic Cup er á skránni. Mótstøðuliðið hesaferð er Lettland, sum leygardagin tapti eftir brotssparkskapping ímóti Litava.

 

Seinnapartin vandi føroyski hópurin á LNK Stadion í Riga, har dysturin móti lettum verður spældur. Eftir venjingina fekk FSF Varpið orðið á Jóannes Bjartalíð, sum dagliga spælir fótbólt í Kasakstan.

 

Eitt fótbóltsævintýr, ið hevur verið spennandi, men eisini eitt sindur avbjóðandi. Í samrøðuni setir Jóannes millum annað orð á, hvussu tað er at hava ein gerandisdag so langt heimanífrá:

 

##med2##

 

Mynd: FSF