Mourinho vann á Guardiola í rokaligum dysti

Premier League: VAR, britsspark, útvísing og ein Mike Dean í toppform

Tottenham og José Mourinho hava vunnið á Manchester City og Pep Guardiola. Sostatt er Liverpool nú 22 stig fremst í Premier League eftir 25 umfør.

Tað var ein rokaligur dystur á nýggja heimavøllinum hjá Tottenham. Fyrst vildi Tottenham hava Raheem Sterling útvístan fyri takling, sum minnir um aðrar taklingar, ið hava givið reytt kort í hesum kappingarárinum.

##med2## 

Síðani fekk Manchester City brotsspark, men tað tók dómaranum, Mike Dean, heilar tveir minuttir at fáa steðgað spælinum, fyri síðani at døma tað. Hugo Lloris bjargaði brotssparkinum frá Ilkay Gundogan, men eftirfylgjandi varð rok, tí Hugo Lloris tóktist fella Raheem Sterling, tá hann fekk fatur á returinum. Raheem Sterling hevði gult og kundi verið útvístur, um dómarin metti tað var film. Tað bleiv við málspark.

Í seinna hálvleiki fekk vinstri bakkurin hjá Manchester City, Olexandr Zinchenko, sítt seinna gula kort fyri at steðga einum álopið. Bara minuttir seinni skoraði debutanturin hjá Tottenham, Steven Bergwijn. Son Heung-min staðfesti sigurin tjúgu minuttir fyri tíð.

 ##med3##

Við sigrinum er Tottenham komið upp á fimta pláss og hevur millum annað yvirhálað Manchester United. Manchester City hevur enn kós móti Champions League, men nú eru 22 stig upp til Liverpool.

Premier League 25. umfar:

Burnley – Arsenal 0-0

Tottenham – Manchester City 2-0

Í gjár:

Leicester – Chelsea 2-2

AFC Bournemouth – Aston Villa 2-1

Crystal Palace – Sheffield United 0-1

Liverpool – Southampton 4-0

Newcastle – Norwich 0-0

Watford – Everton 2-3

West Ham – Brighton 3-3

Manchester United – Wolverhampton 0-0

1Liverpool25241060:1573
2Man City25163665:2951
3Leicester25154654:2649
4Chelsea25125843:3441
5Tottenham25107840:3237
6Sheffield Utd2599726:2336
7Man Utd2598836:2935
8Wolves25811635:3235
9Everton25961031:3733
10Arsenal25613632:3431
11Burnley25941228:3831
12Newcastle25871024:3631
13Southampton25941231:4631
14Crystal Palace2579922:2930
15Brighton25681130:3726
16Bournemouth25751325:3826
17Aston Villa25741432:4725
18West Ham25661330:4324
19Watford25581223:3923
20Norwich25461524:4718