Mugu hava enn fleiri pengar til koronu

Landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum hevur, enn einaferð, biðið Løgtingið um at hækka játtanina

Aftur í dag mátti Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í Løgtingið við eini umbøn um eykajáttan til stríðið ímóti koronu. Nú biðjur hann Løgtingið um 3,5 milliónir, sum skulu brúkast til ymiskt virksemi hjá farsóttarnevndini. Peningurin skal brúkast. Til at gjalda fyri fólk, sum verða sett í sóttarhaldi á hotellum til at kanna tey, sum koma til Føroyar, men sum ikki hava koronupass, og annað.