Eysturríkski landsliðsvenjarin, Leo Constantini er ikki í iva um hvat skal til fyri, at Eysturríki skal hava ein møguleika at spæla seg í HM-endaspælið í Brasil í 2014: - Vit mugu vinna á Føroyum og á Kasakstan, eisini á útivølli, sjálvt um tað kann vísa seg at gerast ein torfør uppgáva.
Eysturríkski landsliðsvenjarin sigur við eysturríkskar miðlar, at hann sær ein møguleika ímóti Ìrlandi og Svøríki, og tað passar honum ikki illa, at gamli arvafíggindin, Týskland er í sama bólki sum Eysturríki. - Tað er uppá tíðina at fáa liðið á ta røttu slóðina aftur, staðfestir Leo Constantini.
Írski landsliðsvenjarin, italiumaðurin Giovanni Trappatoni hevur verið venjari bæði í Týsklandi og Eysturríki, og fegnast um at skula møta hesum londunum. Hjá honum er heldur eingin ivi um, at Írland eisini má vinna á Føroyum og Kasakstan, fyri at hava ein møguleika at vinna seg í HM-endaspælið í 2014.