Mundu tveitt alt burtur

Hondbóltur: Tá 7 minuttir vóru eftir av dystinum, høvdu kollfirðingarnir strítt seg fram um Tjaldur fyri fyrstu ferð í dystinum. Runavíkingarnir megnaðu tó at svara aftur, og kundu sostatt fáa sín næsta sigur í ár.

Tjaldur ? KÍF

24-22 (15-11)


Dysturin byrjaði annars rættuliga javnt, men sum fyrri hálvleikur leið, togaði Tjaldur seg longur og longur fram um KÍF. Eitt skifti var munurin heili 6 mál, men móti endanum av hálvleikinum megnaðu kollfirðingarnir at minkað nakað um henda munin.

Í seinna hálvleiki byrjaðu kollfirðingar, har teir sleptu í fyrra, og framhaldandi tóku teir burtur av leiðsluni hjá heimaliðnum. Frá 16. til 23. minutt skoraðu kollfirðingarnir 4 ferð á rað, og nú var støðan brádliga 21-20 til útiliðið. Stóra takið hevði tó kostað rættuliga nógv, og seinastu løtuna kom Tjaldur aftur í aftur, og var hetta serliga orsakað av, at orkan var farin at ganga undan hjá kollfirðingum.

Heimaliðið fekk nú 3 mál á rað, og hóast KÍf enn einaferð royndi at svara aftur, so var hetta til fánýtis.


Breiddin ov lítil

Sum heild var talan ikki um nakran væl leiktan dyst. Liðini bæði stríddust væl, men talan varð ongantíð um tað stóra hondbóltsupplivilsið. Teknisku villurnar vóru nógvar, og førdi hetta ofta til óneyðug bólttap, sum mótsstøðuliðið so kundi gera sær dælt av.

Fyri at byrgja fyri, at kollfirðingarnir skuldu fáa glið á spælið, royndu runavíkingarnir so at siga allan dystin at ansað liðskiparanum hjá KIF, Petur Martini. Hann var tó ikki mannsvardur, men verjan hjá heimaliðnum fór sera tíðliga út ímóti, og var hetta avgjørt við til at tryggja Tjaldrinum sigurin. Harumframt var tað dyggur smeitur fyri kollfirðingarnar, at venjarin, Egil Steintórsson, stríðist við skaða í økslini, og tískil var noyddur at sita á beinkinum.

Snøgt sagt er breiddin á KÍF liðnum ikki nóg stór til at bera slíkar hendingar, og hóast Jákup og Vagnur saman við Óla Kristiani í málinum royndu at gera sítt, so var hetta ikki nóg mikið til at taka nakað við sær heimaftur.


Góðar skjúttar

Hjá Runavíkingunum var tað sum iki einaferð Sverri Justinussen, sum sýndi besta spælið. Eina løtu í seinna hálvleiki royndu kollfirðingar at mansverja, og tók hetta nakað av broddinum úr álopinum, men við tað at liðið eisini telur aðrar góðar skjúttar, var hetta ikki nóg mikið til at steðga runavíkingunum.

Seinasta kappingarár varð Súni Fríði Johannesen at síggja á liðnum hjá Kollfirðingum, men sunnudagin fór hann heldur illa við fyrrverandi liðfeløgum sínum. 6 mál stóðu út fyri navn hansara, tá dysturin var lokin, og átti hann sostatt sín part í sigrinum.

Fremsta orsøkin til sigurin man tó helst vera, at runavíkignarnir hava ein nógv sterkari álopspart enn kollfirðingarnir. Fleiri góðir skjúttar eru á liðnum, og er hetta samstundis størsti vansin hjá kollfirðingunum.

Komandi vikuskifti kunnu runavíkingarnir halda frí, ímeðan kollfirðingar skulu royna seg móti VÍF.


Dysturin í tølum:

Tjaldur: Súni F. Johannesen 6, Elias Hansen 5, Sverri Justinussen 5, Arnfinn Langgaard 3, Tummas Magnussen 2, Pole Hansen 2, Mortan Hansen 1

KÍF: Petur M. Johansen 6 (3), Jákup Dam 5, Vagnur Johannesn 5, Finn H. Hannesen 3, Petur M. Poulsen 2, Kristian Madsen 1

Brotskøst: Tjaldur 2, KÍF 3

Útvísingar: Tjaldur 2, KÍF 3

Dómarar: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen