Myndir: Her eru teir feitastu bilarnir

Nú eru útvaldu bilarnir komnir á Torgið í SMS

SMS skipar aftur í ár fyri kapping um at velja "Feitasta bilin í Føroyum", sum tey málbera seg.

Nú eru finalistarnir parkeraðir á Torginum í SMS, og umframt eina dómsnevnd, sum skal velja vinnaran, kunnu fólk eisini atkvøða á Torginum um "Fólksins Feistasta bil".

Teir snøggu bilarnir standa á Torginum í SMS hesa vikuna, og leygardagin verða vinnararnir kosnir.

Myndamaðurin í Miðlahúsinum var í gjár í SMS og avmyndaði bilarnar. Myndirnar kunnu síggjast niðanfyri.