- Eg kann ikki hugsa mær, at eitt landsstýri og løgting koma til, sum ikki fara at raðfesta listina og mentanina høgt, og sum ikki vilja hava ein skipaðan mentunarpolitikk. Eitt komandi ting fær í øllum førum ein orðaðan mentunarpolitikk í uppskoti forerandi, sigur Martin Næs, landsbókavørður, rithøvundur og týðari.
Á borðinum á skrivstovuni hjá Martini Næs á Landsbókasavninum liggja nógv álit. Álit, sum upp ígjøgnum tíðirnar eru skrivað um mentan og list, og hvørjar karmar tær skulu hava at virka undir. Vit kunnu ikki annað enn ásanna, at tað hevur ikki staðið á at skriva álit. Sjálvur var hann við til at gera álitið Avmarkaður marknaður, sum kom í 1996.
- Álitini, tað nýggja og Avmarkaður marknaður, viðgera meir og minni somu spurningar. Tey vísa, at í øllum førum í nøkur tíðarskeið hevur áhugi verið fyri spurninginum. Nú er avbjóðingin at gera álitið til veruleika. Tað er kanska lagnan hjá mentunarøkinum sum heild, at viljin at seta pengar av ikki er í samsvari við góðu ætlanirnar. Bókasavnslógin og fólkaskúlalógin eru dømi um tað sama. Tað, sum ikki hevur stert, verður ikki raðfest so frammalaga. Hjá nógvum, sum taka avgerðir, er torført at fáa eyga á, at mentan og list eru góð forrætning, og tí verða tær við undirlutan ferð eftir ferð. At eitt nú føroyskur sjónleikur fær eina virðisløn uttan fyri landoddarnar, er við til at lata nógv eygu upp. Tað er fyrst og fremst eitt herðaklapp til Jóanes Nielsen, men eisini til føroyskar bókmentir.
Listafólk í Føroyum eiga at vera fegin um nýggja mentunarálitið, heldur Martin Næs.
- Var eg útinnandi listafólk og politikkurin, sum álitið leggur upp til verður framdur í verki, hevði eg verðið glaður. Álitið er meiri um listapolitikk enn um mentan, og tí er heitið á álitinum nakað misvísandi. Uttan mun til, hvussu tað eitur, er nýggja álitið meiri gjøgnumført enn tey undanfarnu, og fer gjøllari til verka at lýsa umstøður hjá listini og listafólki, heldur Martin Næs.
- Nógv er við, men tað undrar meg eitt sindur, at farið verður so lætt um netlist og margmiðlar, sum eru so dominerandi í okkara tilveru í dag. Tað er gott, at tað verður nevnt, men umrøðan er ov lítil.
Ongin uppfylging
Tá ið álitið Avmarkaður marknaður var liðugt í 1996, roknaðu tey, sum gjørdu tað við, at arbeiðsbólkar fóru at verða settir at arbeiða víðari við ymiskum, sum álitið legði upp til. Men tað hendi ikki.
- Heldur ikki varð farið ígongd við at gera onnur álit, um eitt nú søvn, fólkamentan, ítrótt og annað. Ting og landsstýri, sum koma til eftir valið, eiga glaðbeint at taka við mentunarpolitikkinum, sum er í uppskoti í nýggja álitinum, og síðani skunda sær undir næstu álitini, tað vil siga um tey økini, ið ikki eru umboðað í Mentan og menning. Tey eiga at seta sær fyri, at áðrenn næsta valskeið er runnið, hava vit fingið álit um varðveiting av mentunararvinum og fólkamentanini. Verður mentunararvurin ikki røktur, er eingin list. Bókasøvnini til dømis eru ikki bert ein varðveitingarstovnur, tey hava eisini til uppgávu at spjaða bókmentirnar út. Og øll søvnini hava týdning fyri undirvísingarverkið, sigur Martin Næs.
Í londunum rundan um okkum, er tað góðkent og viðtikið, at tað almenna stuðlar listafólkum.
- Tað er uppá tíðina, at vit gera tað eisini í Føroyum. Eg skilji ikki, at føroyingar framvegis seta spurnartekin við, um listin skal stuðlast ella ikki. Jens Pauli Heinesen hevur skrivað síðani hann var 10 ára gamal, hann skrivar enn, men hevur lítið og einki fingið í stuðli, hóast hann skrivar burturav, sigur Martin Næs.
Tá ið tað vísir seg ikki standa á, at játta pening til rættiliga nógv annað, kunnu vit seta spurningin, hví føroysk listafólk, sum burturav arbeiða við list, framvegis ikki verða viðurkend og stuðlað.
- Tað má vera tí, at vit hava valt teir skeivu politikararnar á ting. Ov fá tingfólk geva sær far um listina, tað er so nógv annað sum tey eru upptikin av og tí raðfesta tey ikki listina. Tað er ein spurningur um áhuga og raðfesting. Undir fýra eygum eru teir av fittastu og skilabestu fólkum, sum bara vilja tað besta, men tá ið ætlanirnar síðani skulu gerast veruleiki og pengar setast av, eru teir sum trøllaðir. Tað vísir eitt nú arbeiðið við bókasavnslógini, sigur Martin Næs, og leggur afturat, at einasti vegur at ganga fyri at fáa politikarar at skilja týdningin av at stuðla list, er at halda á at stríðast, skriva fleiri góðar sjónleikir og bøkur, skipa fyri betri málningaframsýningum og so framvegis.
Pláss skal verða fyri báðum, bæði áhugalistini og yrkislistini.
- Tey, sum velja at arbeiða við list við síðuna av einum øðrum arbeiði, eru sjálvsagt øðrvísi fyri enn listafólk, ið burturav arbeiða við list, og krevja tí aðrar karmar. Og tí er og skal ein munur vera. At tey fara nakað friðaliga um hurðarnar, er kanska tí, at tey eru so fá í tali og nógv teirra búgva uttanlands.
Menning av dygdini
Martin Næs sær ongan vanda í, at listafólk skulu gera av, hvør skal stuðlast í teimum ráðunum, sum verða skotin upp í álitinum.
- Listafólk eru væl før fyri at gera av, hvør skal stuðlast. Tey kenna til málini og vita, hvussu góð list verður skapt. Sjálvsagt kann tað verða torført, tí tey eisini kenna fólkini, men alla aðra staðni eru tað listafólk, ið manna listaráðini. Um tað ikki eru listafólkini, kemur politikkur í.
Spurningurin um dygd er eisini settur í kjakinum, ið hevur verið, síðani mentunarálitið varð almannakunngjørt. Tað er ringt at gera sær mynd av, hvussu dygdin í føroyskari list verður ment, verða umstøðurnar hjá útinnandi listafólki broyttar. Sambært álitinum skal orðlistin mennast, umstøðurnar hjá høvundum gerast væl betri, og týðing av føroyskum bókmentum skal eisini raðfestast.
- Vit fara ikki at síggja eina dygdarmenning út frá teim tiltøkum, sum verða sett í verk, fyrr enn um nøkur ár. Eg rokni ikki við, at tey, ið stýra Mentunargrunninum, fara at játta stuðul til fólk fleiri ferðir, sum eingi góð avrik vísa fram. Av sær sjálvum útloysa meiri pengar ikki betri dygd, men fær Mentunargrunnur Landsins umstøður at virka, soleiðis sum skotið verður upp, fara vit avgjørt at síggja tað aftur í dygdini. Fyrr hevur meginparturin av stuðlinum verið til sjálva útgávuna, ikki til at skriva. Við nýggju skipanini fáa høvundar stuðul til at skriva, og eg rokni tí við eini betri dygd. Enn eru starvslønirnar so nýggjar, so til ber ikki at meta um úrslitið. Tað er ómetaliga spennandi at síggja, hvat kann spyrjast burturúr, sigur Martin Næs.
Onkusvegna hava vit lyndi til at hugsa í nøgd heldur enn í dygd. At 117 bøkur komu út í fjør í mun til 170 árið fyri skulu vit ikki hefta okkum so nógv við, tí útgávutølini hava altíð svingað, vísir Martin Næs á.
- Tað er ómetaliga vágið at siga yvir ein kamb, hvat er gott og hvat er minni gott. Ein bók kann vera góð í mínum eygum og vánalig í tínum eygum. Ein og hvør, sum skrivar eina bók ella málar ein málning ger sítt besta. Kritikkurin kann vera við til at gera bókmentirnar betri, vit gloyma mangan, at kritikkur eisini kann vera góður. Fólk halda seg aftur við at ummæla bókmentir, sum hava uppborið rós. Eg havi sjálvur ummælt og eri sjálvur ummæltur. Og tað haldi eg er bara gott, tað eigur ein høvundur at tola. Men ummælarar eiga at miðsavna seg meiri um bókmentirnar og ikki um høvundin, sigur Martin Næs.
Norðurlendska luttøkan
Hugburðsbroytingin, sum hóast alt er farin fram seinastu árini, um enn nakað varliga, kann eitt nú sporast aftur til undanfarna mentunarálitið Avmarkaðan marknað. Men eisini norðurlendsku luttøkuna, føroyingar alt meiri gera seg galdandi í, heldur Martin Næs.
- Okkara samfelag er komið meir og meir upp í norðurlendskt arbeiði og samstarv. Har verða krøv sett til føroyingar, ikki bara viðvíkjandi dygd, men eisini til at rinda okkara part. Skulu føroyingar rinda fyri seg, skal lóggávuvaldið sannførast og tað tvingar umsitingina til at skapa karmarnar. Hugburðsbroytingin er komin í orsakað av eini samantvinning av nógvum viðurskiftum. Fólk gerast meiri og meiri tilvitað, og tað, at Mentunargrunnurin játtar pengar í tíðarskeið, ger, at fólk hugsa øðrvísi. Álitið Avmarkaður marknaður hevur eisini gjørt sítt til fyri ein part, og ymiskt, sum var skotið upp í álitinum, er framt í verki. Eitt nú er reglugerðin viðvíkjandi Mentunargrunninum endurskoðað, sum skotið varð upp í álitinum.
Hóast ringu royndirnar frá arbeiðinum við nýggju bókasavnslógini, sum vístu, at viljin at játta pengar, ikki stóð mát við góðu ætlanirnar, er landsbókavørðurin bjartskygdur. Hann væntar, ikki minst vónar, at tað, ið nýggja mentunarálitið leggur upp til, verður ført fram í verki í komandi tíð.
- Tá ið tað ber til uppá sjey minuttir at játta fleiri tíggjutals miljónir krónur til ein undirsjóvartunnil, eigur tað at bera til at játta pengar til listina. Tað er bert ein spurningur um vilja. Mín vón er, at komandi løgting verður samansett soleiðis, at tey viðgera álitið og tær ætlanir, sum tað leggur upp til, við einum góðum og positivum vilja. Tað hvílur ein stór ábyrgd á teimum, sum álitið er um, at fylgja við, hvat politikararnir gera og minna á álitið, soleiðis, at tað ikki verður gloymt. Annars er eingin meining í, at Mentamálastýrið hevur brúkt fýra ár at skriva álitið. Tað er rættiliga spell, um tað endar í skuffuni saman við øllum hinum álitunum. At hetta álitið kom stutt áðrenn løgtingið fór heim, hevur neyvan verið tilætlað. Er álitið gott, er tað líkamikið, nær tað kemur, og so fara komandi politikarar at taka tað upp aftur. Tí álitið fer onganveg, sigur Martin Næs at enda í viðtali.