Nýggj fløga við Halli kemur mánadagin

Mánadagin kemur nýggja fløgan hjá Halli Joensen. Við altjóða heitinum »With Stars And Legends« er hon akkurát tað, sum lovað verður. Føroyski countrykongurin syngur saman við stjørnum og legendum, sum Hallur og vit bara kundu droymt um. Men ævintýrið er sprottið úr okkara egna veruleika.

 

Í hesi fjórðu útgávuni frá Halli sleppa eisini tær útlendsku stjørnurnar at syngja nýskrivaðar sangir á teirra máli, men við uppruna í Føroyum. Yvir um hav ber Hallur aftur tað gullið, sum fyri hálvari øld síðani legði lunnar undir best umtókta tónleikin í Føroyum, country.

 

Hjartaslátturin í røttum countrytónleiki er persónliga sambandið við fólkið, sum lurtar. Tí fer Hallur úr norðuri og í suður at breiða út og signera nýggu fløguna, “With Stars And Legends”.

 

Tín stjørnustund at møta Halli byrjar mánadagin. Tá verður Hallur í útvaldum Fast-handlum kring landið við nýggju fløguni, »With Stars And Legends«, sum tú kanst keypa og fá signeraða við persónligari heilsan frá føroyska countrykonginum. Byrja verður klokkan 16:00 í Fast í Gundadali, klokkan 18:30 í Saltangará og klokkan 20:00 í Klaksvík. Næstu dagarnar heldur Hallur leiðina fram kring landið.

 

Á nýggju fløguni »With Stars And Legends« eru trettan sangir. Hallur syngur og spælur saman við Bellamy Brothers, Kris Kristofferson, Charley Pride, Bobby Bare, Dawn Sears, Yohanna, G. Thomas, James Burton, Tanya Hencheroff , David Peterson & Woody Wright og Vince Gill & Sonja Isaacs.

 

Fyrstu fløguna, »Pickin’ Time in Nashville«, gav Hallur Joensen út í 2008, og onnur fløgan, »Smile«, kom í 2009. Meðan hesar báðar vóru á enskum og í stóran mun náddu útlendskar topplistar og vórðu nógv spældar í útvarpsstøðum kring knøttin eins og heima, so var triðja fløgan burturav á føroyskum. Hóast hesar ymisleikar vórðu allar tríggjar útgávur metsølufløgur á heimamarknaðinum. Føroyska fløgan, sum kom í 2011, fekk heitið »Enn stendur hurð mín opin«. Teir, sum hava skrivað nýggjar sangir til Hall at syngja, eru Jákup Zachariassen, Martin Joensen, Niclas Johannesen, Steintór Rasmussen og Kristoffer Mørkøre.

 

Eins í teim trimum undanfarnu fløgunum hevur Jákup Zachariasen staðið fyri og framleitt nýggju fløguna, »With Stars And Legends«.

 

Avtala er gjørd við FOMusic Management at umboða Hall uttanlands. Frammanundan hevur felagið avtalu við Jens Marna Hansen og Evi Tausen at umboða tey, tá um ræður konsertir og tiltøk úti í heimi.

 

www.fomusicmanagement.com