Nýggj leiðsla við nýggjum endamáli

Mánamorgunin vórðu starvsfólkini á Sjómansheiminum kunnað um nýggju eigaraviðurskiftini á arbeiðsplássi teirra. Tað kom helst óvart á mong teirra, at tann nýggi stjórin er sami maður sum stjórnar Hotel Føroyum. Ein stór broyting verður, at Hotel Tórshavn í framtíðini fer at hava loyvi at skeinkja sterkar drykkir!

Havn: Klokkan er ikki níggju, tá øll starvsfólkini eru komin uppá pláss í Sigmundarstovu.
Tey eru boðin til fundar, tí tey tey skulu kunnast um eitthvørt helst eitt álvarsmál, tá øll teirra verða boðin til ein slíkan fund og eina slíka tíð.
Tað er ikki líkt til, at nakað teirra veit, hvat evnið er á fundinum ella hvørji tíðindi, skulu spyrjast eftir fundin.
Klokkan fimm minuttir yvir 9 kemur eitt av starvsfólkunum inn gjøgnum høvuðsdyrnar. Veit hann, hvat fundurin fer at snúgva seg um?!
- Nei, sigur viðkomandi. Tað havi eg ikki ánilsi um.
- Vilt tú hava tað at vita, so kanst tú bara spyrja í resepsjónini. Tey munnu vita, sigur hann, áðrennn hann skundar sær upp trappurnar og inn í Sigmundarstovu.
Líkt er til, at eingin teirra til fulnar veit, hvat nú skal henda, hóast tey neyvan kunnu hava verið ókunn um støðuna og tíðindini, sum hava gingið hesa seinastu vikuna.
Okkurt er kortini í væntu. Spurningurin er so bara, um tað er gott ella ringt. Í øllum førum er talan um ein spennandi fund.

- Spyr ikki!
Tá klokkan er vorðin 9:16 fer eitt starvsfólk út av fundinum, og kemur løtu seinni inn aftur við einum bakka fullum av kaffikoppum til fundarfólkið.
- Nú, hvat hendir á fundinum?, spyrja vit.
Hesin gevur ikki annað svar enn eitt suff: - Huff, spyr ikki!
Ein lítil løta gongur aftrat, og nú kemur stjórin ella rættari sagt fyrrverandi stjórin Jeffri Johannesen út úr fundarhølinum og út í gongina.
- Vit hava ein kunnandi fund um framtíðina hjá Sjómansheiminum. Annars havi eg onga viðmerking, sigur hann.
Hann biður okkum bíða eina løtu, tí um einar fimm minuttir ella so kemur Johannes inn á fundin.
Og hesin Johannes er eingin annar er Johannes Jensen, sum er stjóri á Hotel Føroyum. Hann verður frá 1. august nú eisini stjóri á Sjómansheiminum, sum hereftir sleppur navninum og í framtíðini fer at marknaðarføra seg sum Hotel Tórshavn.

Skeinkiloyvi
Kl. 9:22 kemur so Johannes Jensen á fundin, har hann greiðir starvsfólkunum frá, hvat nú fer at henda og hvørjar hugsanir hann hevur gjørt sær um framtíðina hjá Hotel Tórshavn.
Tá klokkan er vorðin 9:43 er fundurin lokin. Starvsfólkini koma út av fundinum eitt og eitt og uttan nakra minu, sum kann geva okkum eina ábending um, hvat er sagt á fundinum.
Tað er kortini ikki nakar farri av undirgangi, ið merkist á teimum. Ein lítil farri av glotta hómast kanska.
Nú er tað vorðið greitt: Teirra gamla arbeiðspláss er yvirtikið av øðrum, men teimum stendur øllum í boði at halda fram eins og áður á hesum arbeiðsplássinum, sum tey hava verið við til at byggja upp.
Eftir fundin prátar Johannes við eitt av starvsfólkunum, og síðani verður hann vístur runt á heiminum av fyrrverandi stjóranum, Jeffri.
Ein spenanndi tíð stendur fyri framman á hesum hotellinum. Ein tann størsta broytingin verður helst hon og sum fer fella mongum fyri brósti at Hotel Tórshavn fer at søkja um loyvi at skeinkja sterkar drykkir!