Í dag koma nýggju broytingarnar í ferðslulógini í gildi. Í hesum sambandi hevur Ferðslutrygd gjørt yvirlit yvir nakrar av teimum týdningarmestu broytingunum:
Bøturnar hækka
Í veruleikanum verða bøturnar nú eins høgar í Føroyum og í Danmark. Har føroyingar frammanundan vóru vanir við bøtur fyri serliga brot á ferðmørkini uppá 300 til 400 krónur, fara bøturnar nú í einstøkum førum at tátta í 2000 krónur. Allar aðrar bøtur hækka.
Promillumarkið
fer niður
Markið fyri promillukoyring verður nú 0.5, og markið fyri rúsdrekkakoyring 0,8.
Løgreglan óttast fyri, at mong fara at falla fyri promillumarkinum, tí mong hava verið tikin seinastu mánaðirnar og árini við eini promillu millum 0.5 og 0.8 ? hetta merkir, at hesi nú falla fyri promillumarkinum.
Handhildin fartelefon bannað í bili
Løgreglan fer at byrja við at geva ávaringar, verða fólk tikin fyri at tosa í handhildnari fartelefon, meðan tey koyra bil. Orsøkin er, at útgerð til sokallaðu »hands-free?« skipanina í mongum førum ikki er á goymslu í Føroyum. Tískil verður talan um eitt heilt stutt tillagingarskeið.
Trygdarbeltið nýtast
Nú skal trygdarbeltið nýtast. Førari fær 400 krónur í bót fyri ikki at nýta trygdarbelti, umframt at hann kann fáa somu bót fyri hvønn einstakan í bilinum undir 15 ár, sum ikki situr í trygdarbelti.
Hámarksferð og ferðmørk eru broytt
Akfør yvir 3.500 kg mugu ongantíð koyra skjótari enn 70 km/t í óbygdum og ongantíð meira enn 50 km/t í fjølbygdum øki, hóast ein hægri staðbundin hámarksferð er ásett.
Øll, sum koyra akfør yvir 3.500 kg, eiga serliga at leggja til merkis ferðmørkini ? tí fyri hesi er galdandi, at koyra tey meira enn 20 km/t skjótari enn tað loyvda, so rýkur koyrikortið. Fyrr var talan um 30 km/t.
Hald kann leggjast á akfarið
Eitt akfar kann nú inndragast, um tað verður mett neyðugt fyri at forða fyri fleiri brotum, um atkfarið er nýtt til grov ella endurtikin brot á ferðslulógina.
Nærljós skulu nýtast
Flestu nýggju bilar hava automatisk koyriljós, men langtfrá allir. Eftir 1. juli skulu allir bilar brúka koyriljós. Til tey gloymsku er at siga, at um ein ikki minnist til at tendra ljósini, so ber til at fáa ísett sjálvtendrara í flestu bilar fyri yvirkomiliga upphædd. Spyrji á bilsøluni.
Treytað frádøming
Nakað heilt nýtt í ferðslulógini er treytað frádøming av koyrikortinum í sambandi við fyrstuferðarbrot undir serliga linnandi umstøðum.
Hetta merkir í stuttum, at lógbrótarin fær bót og ein treytaðan dóm í ávísa tíð. Brýtur hann lógina aftur í hesum tíðarskeiði í so stóran mun, at nýggja brotið minst gevur sama dóm, so fellur hamarin harðliga, tí endurtøkuavleiðingarnar eru, at bæði upprunaligi og nýggi tilburðurin verða lagdir sum grund undir treytaleysari frádøming. Treytað frádøming verður bert brúkt undir heilt serliga linnandi umstøðum, og tað verður upp til dómsvaldið at leggja støði í tílíkum málum.
Børn í bili
Øll ferðandi í bilinum skulu sita í trygdarbelti. Men ásetingin í nýggju lógini sigur kortini, at um setur við trygdarbelti er tøkt aftan, so skal trygdarbelti nýtast.
Øll børn skulu hereftir sita í trygdarbelti, í barnastóli ella líknandi útgerð, um tey eru undir 7 ár. Førarin hevur revsiábyrgd av, at øll undir 15 ár sita í trygdarbelti. Ferðslutrygd vegleiðir um útgerð til børn undir 7 ár.e;i gjørdist meira frígjørdir í framrættaða spælinum. Annar møguleiki hevði verið, at sett Jón Róa inn fyri ein miðvallara, so HB seinastu løtuna leikti við trimum áleyparum.
Nú er altíð lætt at vera eftirklókur, men tað er nú einaferð soleiðis, at tá spælt verður í eini steypafinalu, so mást tú satsa, um tú ert aftan fyri. At tapa við einum ella tveimum málum er so fullkomulia líkamikið.
GÍ var betri
Øll henda skrivingin um, hvat HB gjørdi rætt ella skeivt, skal tó á ongan hátt skiljast sum ein niðurgering av avrikinum hjá GÍ.
Leikararnir sýndui, at hóast teir ikki spæla sama ágangandi fótbólt, sum teir fyrr hava gjørt, so vita teir framvegis hvat skal til.
Í flestum lutum vóru teir tað lítla pettið hvassari enn mótstøðumenninir, og yvirhøvur spældur teir skilabetri. Vóru umstøður til at spæla róliga niðaneftir, so varð hetta gjørt. Skuldi bólturin bara vekk, so varð hetta gjørt. Ja, yvirhøvur høvdu teir tamarhald á dystinum teir allarflestu av teimum 90 minuttunum, sum vórðu leiktir.
»GÍ er nakað heilt fyri seg« varð sungið eftir dystin, og hesum kunnu vit bara geva fegnu viðhaldsfólkunum rætt í. Liðið, sum hevur myndað toppin av føroyskum fótbólti var av mongum avskrivað, tá vit komu út í juni mánað, og hóast teir neyvan verða føroyameistarar, so hava teir enn einaferð víst, at undrið í Gøtu langt ífrá er liðugt.
Finala um løgmanssteypið
HB-GÍ 0-1 (0-1)
0-1: Óli Hansen
Reytt kort: Helgi L. Petersen, GÍ
Dómari: Suni Johansen
HB:
Báråur Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Pætur Dahl ? Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum
GÍ:
Sunnvard Joensen ? Pól Ennigarð, Bartal Eliasen, Martin Thomsen ? Leivur Hansen, Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor, Helgi L. Petersen, Henning Jarnskor ? Óli Hansen, Súni Olsenm