Vágbingar hava nú fingið nýggjan brunaumsjónarmann.
Bunyan Midjord, sum hevur verið leiðari á brunaumsjón í fleiri ár, hevur sagt seg úr starvi frá 31. desember.
Í býráðsfundi í Vági varð skotið upp at velja stjóran á skipasmiðjuni, Gudmund Jacobsen, til nýggjan brunaumsjónarmann frá 1. januar.
Onkur býráðslimur spurdi, hví starvið ikki varð lýst leyst.
Býráðsformaðurin svaraði, at tað varð ikki lýst leyst, tí talan var ikki um eitt starv við tað, at umsjónamarðurin fekk onga løn.
Og hann helt, at tað bar ikki til at lýsa eitt starv leyst, tá ið ongin løn var.
Tað einasta, sum umsjónarmaðurin fær, er 1.000 krónur um mánaðan.
So tann, ið átók sær ábyrgdina, gjørdi í veruleikanum kommununi eina tænastu.
Gudmund Jacobsen varð enmælt valdur. Landsstýrið skal góðkenna tilnevningina.