Nýggi Mini er ikki so nógv broyttur í mun til forgangaran, tí talan er um sama bil við nógvum kosmetiskum broytingum bæði innan og uttan.
Nýggi Mini kemur á marknaðin í seinasta ársfjórðingi í hesum árinum í útgávunum: Cooper og Cooper S við ávikavist 120 og 175 hk, umframt One og eini dieselútgávu sum koma í 2007.
Mini fæst bæði sum hatchback og sum cabriolet. Arbeitt verður eisini við einum stationcar.
mg