Nýggjur Sparikassabygningur úti í Hornabø

Bygging

Við síðuna av Føroya Banka úti í Hornabø byrjar ein bygningur at taka skap. Hetta er nýggi bygningurin hjá Føroya Sparikassa. Føroya Sparikassi hevur leingi havt deild í Hornabø, men hetta er ein modernisering av tí gomlu deildini.

? Hin deildin var so niðurslitin, sigur Jákup Jacobsen, byggiverkfrøðingur.

? Slíkar deildir halda bert í eini 10 ár, og hendan man vera eini 15 ára gomul. Krøvini til deildir sum hesa broytast eisini, so hetta er stutt sagt ein modernisering av gomlu deildini.

Deildin verður ein avgreiðsludeild hjá sparikassanum har umleið seks fólk koma at starvast dagliga. Hon kemur at vera eitt sindur øðrvísi enn hon er nú, men dagsverkini koma tó at vera tey somu.

Arbeitt verður við eini útgreining av sjálvari deildini, og tí var ikki so nógv at fáa at vita, tá vit tosaðu við Jákup Jacobsen í gjár. Væntað verður at deildin letur upp fyrst í februar mánaða.