Tvær vikur áðrenn føroyameistaraskapin í svimjing tók svimjarin Karina Petersen úr Fuglafirði eitt óvanligt stig.
Hon gifti seg við Jóhannes Petersen úr Gøtu og fór síðani á brúdleypsferð til Skotlands. Hon var burturi frá umráðandi venjing í næstan eina viku, og tá hon kom aftur til landið, var bara ein góð vika eftir til FM í svimjing.
? Vit høvdu tosað um, at eg skuldi eita Petersen, tá eg fór til FM í ár, og stutt frammanundan FM avgjørdu vit at giftast, sigur Karina, sum er betri kend við eftirnavninum Eliasen.
Hon hevur verið millum fremstu svimjararnar í landinum seinastu nógv árini, og hon hevur umboðað Føroyar á tveimum Oyggjaleikum.
Mátti bíða við tilmeldingini
Venjarin hjá Karinu visti einki um æltaninar hjá svimjaranum, tí alt skuldi haldast loyniligt.
Bara nærmasta familjan fekk at vita um vígsluna, og tá nýgifta parið fór á brúdleypsferð dagin eftir flaggdagin, visti venjarin í Fulgafjarða Svimjifelag av ongum.
? Eg skuldi útfylla ein tilmeldingarseðil til FM-kappingina, og hesum mátti eg bíða við sum longst fyri ikki at avdúka planirnar hjá okkum, sigur Karina.
Eftir nakrar dagar í Skotlandi komu Karina og Jóhannes aftur til Føroya, og Karina fór undir seinasta partin av venjingini til føroyameistaraskapin.
? Eg var einasti luttakarin fyri Fuglafjarða Svimjifelag, og tí vildi eg fegin hava eitt gott úrslit. Eg hugsaði ikki um Oyggjaleikatíðir, men bara um at vinna eitt gullheiðursmerki, sigur Karina.
Gull til mannin
Karina Petersen svam ikki í fjør, men í vetur hevur hon stríðst við at koma í røttu venjingina aftur.
? Eg helt, at hon skuldi fara at svimja aftur, og tað eydnaðist at yvirtala hana, sigur Jóhannus.
Tá Karina var farin undir venjingina aftur, vóru boð eftir henni til landsliðið, men her gav hon avboð. Hon hugsaði ikki um landsliðið í fyrstu syftu, men meiri um at koma á tað støði, sum hon hevði verið á.
Karina hevur tikið venjingina í stórum álvara, og umframt sjálva svimjivenjingina hevur hon eisini runnið og havt styrkisvenjing.
? Eg fór til FM fyri at luttaka í so nógvum kappingum sum gjørligt. Eg vildi sjálvandi hava eitt so gott úrslit sum gjørligt, men stóra málið var at vinna eitt gullmerki til mannin, sigur Karina.
Og gull fekk maðurin.
Tí tá FM-kappingin var av, var Karina mest vinnandi svimjarin. Hon vann fimm gullmerki, fýra silvur og eina bronsu.
? Eg vann fyrsta gullið longu fyrsta kvøldið, so tað gekk óvæntað væl. Eg hevði ikki droymt um, at eg skuldi vinna fimm gull, sigur Karina.
Eingir Oyggjaleikir
Vanligt er ikki, at fremstu svimjararnir taka lut í so nógvum kappingum til FM. Heldur leggja teir seg eftir færri kappingum, fyri at fáa so góða tíð sum gjørligt. Tað er ikki talið á gullmerkjum ella serliga avrik, sum skaffa svimjarum Oyggjaleikapláss.
Hinvegin er tað ein kaldur spurningur um sekund og hundraðpartar.
? Eg hugsaði als ikki um Oyggjaleikirnar, tí so hevði eg ikki verið við í so nógvum kappingum. Tað er strævið at svimja so nógvar kappingar eitt vikuskifti, og tað ávirkar sjálvandi tíðirnar eitt sindur, sigur Karina.
? Eg vildi bara hava so gott úrslit sum gjørligt, og eg eri sera væl nøgd við tað, sum spurdist burtur úr. Tað tóktist sum, at eg skuldi verða vónbrotin, tí eg ikki slapp við til Oyggjaleikirnar, men soleiðis er tað als ikki, sigur Karina.
Maðurin, Jóhannus, er eisini ovurfegin um avrikið hjá konu síni.
? Eg havi ongantíð havt serliga áhuga fyri svimjing, áðrenn eg møtti Karinu, men FM-kappingin var líka spennandi, sum tá GÍ plagdi at vinna fótbóltskappingarnar, sigur Jóhannus.
Tekur eitt ár afturat
Æltanin hjá Karinu var at taka eitt svimjiár afturat, men eftir framúr úrslitið í FM-kappingini hevur hon broytt hugsan.
? Í vetur havi eg í grundini bara vunnið mínar bestu tíðir innaftur. Nú kann eg royna at betra meg komandi vetur, og eg ætli mær at verja FM-heitini næsta ár. Tað eru fleiri góðir ungir svimjarar á veg, og tí kann eg rokna við nógv størri kapping næsta ár, sigur Karina Petersen.
? Tað vórðu ov fá føroysk met sligin í ár, men eg ælti mær at gera okkurt við tað næsta ár. Tað er umráðandi, at svimjarar leggja alla orku í at fáa betri tíðir, og at teir royna at betra føroysku metini.
Og Jóhannus er fegin um, at konan ætlar at taka eitt tørn afturat sum svimjari.
? So er bara at vóna, at einki óvæntað kemur uppí...