Hóskvøldið 9. desember verður norðurlendska simultan kappingin spæld.
Í Føroyum verður spælt í Bridgehúsinum í Havn, og kappingin byrjar klokkan 19.00.
Hetta er ein parakapping, sum er komin fyri ta kendu evropeisku Philip Morris simultan kappingina.
Fólk kunnu tekna seg til kappingina hjá nevndini í FBS - Bogi Simonsen tel. nr. 31 20 33 ella Marjun Restorff tel. nr. 31 91 42, og hetta skal gerast í seinasta lagi mikukvøldið 8. desember.
Hví ikki taka sær ein steðg millum øll tey nógvu jólaborðahaldini og spæla bridge eina løtu?
Grand Prix kappingin
Leygardagin 27. november bjóðaði FBS inn til almenna parakapping í Bridgehúsinum í Havn.
Kappingin var tann fyrsta av fýra Grand Prix kappingum, sum verða í vetur.
Vinningar vórðu lætnir til pørini, ið endaðu á fyrsta og á øðrum plássi.
Bronsustig fingu fýra tey fremstu pørini.
Harafturat verður ein vinningur til tann spælaran, ið eftir allar fýra Grand Prix kappingarnar hevur savnað flest bronsustig saman.
Tær komandi Grand Prix kappingarnar verða 9. januar í Bridgehúsinum í Havn, 27. februar verður spælt í Fuglafirði, og tann seinasta verður í Klaksvík 26. mars.
Hesar kappingarnar verða allar spældar sunnudagin eftir, at eitt umfar hevur verið í FM-kappingini fyri lið.
So til spælið eitt spæl
Norður
sp AK102
hj KQ104
rú K
kl A752
Suður
sp 94
hj A32
rú AQ5
kl QJ963
Vestur
sp J63
hj J65
rú 642
kl K1084
Eystur
Q875
987
J109873
Um man hyggur at NS hondunum, so eru 2 stikk í spaðara, 3 ella 4 í hjartara, 3 í rútara og eitt í kleyvara, 2+4+3+1 = 10.
Tað mangla tvey stikk, tey fáa vit møguliga í kleyvara - er klK í pláss og liturin 2-2, so eru 13 stikk.
Ná, rútari kemur út til kongin, og eg spæli hjartara heim til essið fyri at fáa evt. 13 stikk.
KlQ - K - A, og og eystur blakar spaðara!!
Nú síggi eg, at har eru ikki meira enn - 2 stikk í kleyvara, 3 í rútara, 4 í hjartara og 2 í spaðara = 11 stikk.
Hvat nú?
Jú, vit vóna, at spaðarin, sum bleiv blakaður av, var frá 4 liti - so lítlan spaðara, frúgvin kom á, rútara aftur og rest - ein deiligur toppur. Tað blivu til 4 hjartara-, 3 spaðara-, 2 kleyvara-, og 3 rútarastikk = 12 stikk tilsamans.
1. Hans Jacob Petersen - Arnbjørn Sivertsen:...215
2. Jórun Johannesen - Maria Christiansen:..... 203
3. Rói á R. Joensen - Hallberg Arnfríðsson:....201
4 Gunnar Mouritsen - Høgni Vesturklett:........201
5.Danny Danielsen - Heðin Mortensen:...........195
6. Mortan Rasmussen - Carl Mikkelsen:..........189
7. Heðin Mouritsen - Dánjal Pauli Mohr.........182
8. Marner Joensen - Hans Egil Joensen:.........181
9. Bogi Simonsen - Arne Mikkelsen:.............174
10. Finn Ougaard - Jógvan Andreassen:.......172
11. Marjun Restorff - Arnleyg Mikkelsen:.......167
12 Dávið Samuelsen - Bibi Haraldsen:...........132
13. Jens Pauli G. Nolsøe - Kaj Alstrup:........128