Nógv fleiri starvsfólk á sjúkrahúsunum

Upp á seg er tann størsta menningin á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Hesi seinastu árini hevur sjúkrahúsverkið verið í stórari menning. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni. Uppgerðin vísir, at í fjør vóru stívliga 1.050 fulltíðarstørv á teimum trimum sjúkrahúsunum, og tað eru 78 fulltíðarstørv fleiri enn tað vóru í 2015.

Av teimum størvunum, eru heili 806 fulltíðarstørv á Landssjúkrahúsinum, 127 fulltíðarstørv eru á Klaksvikar og 118 eru á Suðuroyar sjúkrahúsi.

Upp á seg hevur tann størsta framgongdin verið á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Á Landssjúkrahúsinum vóru 56 starvsfólk fleiri í 2019 enn tað vóru í 2015 og tað svarar til ein vøkstur upp á sjey prosent. Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi eru níggju starvsfólk fleiri í 2019 enn tað vóru í 2015, og tað svarar til ein vøkstur upp á átta prosent og á Suðuroyar Sjúkrahúsi vóru starvsfólkini 14 fleiri í tali í fjør enn í 2015 og tað svarar til ein vøkstur upp á 13 prosent.

 

##med2##

Uppgerðin vísir eisini, at 77 prosent av fulltíðarstørvunum eru á Landssjúkrahúsinum, 12 prosent av fulltíðarstørvunum eru á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og 11 prosent eru á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Hetta er sama býti sum fyri fimm árum síðani.

Verða starvsfólkini bólkað í fýra høvuðsbólkar, eru sjúkrarøktarfrøðingarnir og radiografarnir nógv tann størsti starvsbólkurin, tí tey eru 38 prosent av starvsfólkunum, læknarnir eru 11 prosent, onnur heilsustarvsfólk eru 16 prosent og síðani eru onnur starvsfólk, sum ikki eru heilsufaklig starvsfólk, eru 36 prosent av starvsfólkahópinum.

 

##med3##

Sostatt eru sjúkrarøktarfrøðingarnir nógv tann størsti starvsbólkurin, men sum heild eru fleiri starvsfólk í øllum starvsbólkum nú, enn fyri fimm árum síðani.

Tí er ein lítil minking í talinum á tímaløntum limum hjá hjá arbeiðarafeløgunum arbeiðskvinnufeløgunum, og talið á starvsfókum hjá Almannaverkinum, Heilsurøktarafelagnum og Psykiatrifelagnum, er nógv minkað.