Nú má ÍF vinna á TB í komandi umfari (FM1)

(FM1) Hoyr Bjarka Nielsen, málskjútta hjá AB, og ÍF-venjaran, Hegga Samuelsen seta orð á AB-ÍF 2-1

AB kom veruliga í gongd við einum 2-1 heimasigri á ÍF úti í Vika á Argjum. Ósigurin sendi samstundis ÍF á aftasta plássið í Betrideildini.

 

AB-ÍF 2-1 (0-0)

1-0 Bjarki Nielsen (62.)

2-0 Bjarki Nielsen (82.)

2-1 David Langgaard (87.)

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin hjá FM1, Tróndur Arge segði frá teimum trimum málunum, ið komu í dystinum millum AB og ÍF.


2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við tvímálsskjúttan hjá AB, Bjarka Nielsen ið fegnast um, at longu nú gongur betri hjá AB at finna málið enn tað gjørdi í fjør tá AB bert fekk 16 mál í 27 dystum.


3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá ÍF, Hegga Samuelsen sum heldur, at ÍF átti at fingið nakað burturúr dystinum á Argjum. Nú er eingin náði. ÌF má vinna heimadystin ímóti TB í triðja umfari.