Arbeitt hevur verið í nøkur ár við at seta á stovn eina norðurlendska miðstøð fyri mentan, gransking og vinnu uttast á bryggjuni við Asiatisk Plads á Christianshavn í Keypmannahavn. Henda verkætlanin, ið stjórin á Dansk Polarcenter, Mortan Melgård, er upphavsmaður og stigtakari til, er nú komin á eitt vegamót, stendur at lesa í Nýriti, sum er kunningarskriv frá Miðfyrisitingini. Grønlendska landsstýrið, Føroya Landsstýri og íslendska stjórnin hava tikið undir við ætlanini, og í vár játtaði danska stjórnin at lata tiltakinum bygningin, aldargamla íslendskt-grønlendska pakkhúsið, ókeypis. Gávan er treytað av, at verkætlanin gerst veruleiki. Bygningurin, ið er 7000 fermetar stórur, er verdur 40 mió. krónur, og síðani skulu 80 mió. krónur útvegast til at umvæla og innrætta hann. Umframt skulu pengar til rakstur finnast.
Fyri nøkrum mánaðum síðani varð av álvara farið til arbeiðis at gera verkætlanina til veruleika. Finnast skal út av, hvat virksemi skal vera í miðdeplinum, hvussu býtið skal vera millum norðurlondini, og ikki minst, hvaðani írestandi peningurin skal koma, og hvussu ein framtíðar rakstur skal skipast. Føroyar, Grønland og Ísland skulu fíggja 20 mió. krónur, meðan søkt verður um restina úr ymiskum grunnum.
Fyri umleið tveimum árum síðani gjørdist Vígdis Finnbogadóttir forkvinna í nevndini fyri verkætlanini, og síðani hevur henda norðurlendska hugsjónin ment seg nógv. Nevndin roknar við, at umleið 75 prosent av húsinum verða leigað út til vinnulig endamál úr Norðuratlantshavi. Hini 25 prosentini av húsinum skulu brúkast til feløg, søvn, stovnar og hvat ein annars kann ímynda sær av norðuratlantiskum felagsskapum, sum í løtuni eru spjaddir um alt Keypmannahavn. Men ikki fyrr enn full greiða er fingin á øllum, verður endalig støða tikin til, um farið verður undir verkætlanina. Og verður hon veruleiki, verður miðdepilin tikin í nýtslu um 3-4 ár.
Formligu umboðini fyri Føroyar í nevndini eru Jóan Pauli Joensen og Marjun Hanusardóttir, meðan Trúgvi Johansen frá Viðskiftastovuni í Keypmannahavn dagliga hevur málið um hendur.