Nú sleppa heimahjálpir í Havn eisini at gera reint fyri fólk

Næsta ár sleppa heimahjálpir í Tórshavnar Kommunu aftur at gera reint fyri fólk. Tey fyrstu árini, heimatænastan virkaði, varð ein stórur partur av arbeiðum hjá heimahjálpunum at gera reint fyri fólk. 

 

Men sum fráleiði vórðu fleiri og fleiri sparingar settar í verk, og eitt tað fyrsti, sum spariknívurin skarð burtur, var nettupp reingerðin.

 

Nú hava kommunurnar yvirtikið eldraøkið og í gjárkvøldið samtykti Tórshavnar Býráð at næsta ár skal ein hálv million afturat setast av til heimatænastuna í Tórshavnar Kommunu. Eitt endamál við tí er, at heimahjálpirnar skulu eisini fáa stundir til at gera reint fyri fólk, sum ikki kunnu gera tað sjálvi, tí at tey ikki orka, og ikki hava ráð til at fáa sær hjálp til reingerð

 

 

Hetta fegnaðust fleiri býráðslimir um. Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin, sum annars er í minnilutanum, vísti á, at hetta er ein orsøk til, at hann tekur undir við fíggjarætlanini. Bjørghild Djurhuus, býráðslimur úr Javnaðarflokkinum, sum eisini er í minnilutanum, vísir á, at tey eldru, sum verða sjúk, verða ofta rættiliga illa fyri, og tí tekur hon undir við, at heimarøktin verður styrkt á hesum øki.

 

Halla Samuelsen, sum eisini er býráðslimur fyri avnaðarflokkin, sigur, at tað hevur verri eitt av hennara hjartamálum, at heimahjálpir eisini skulu gera reint fyri fólk.

 

– Vit tosa um, at fólk skulu vera heima sum longst, men verður tað ikki gjørt reint, er er lítið vunnið, heldur hon.  

 

Men hóast býráðslimirnir fyri Javnaðarflokkinum taka undir við at syrkja heimatænastuna, var tað ikki nokk til at tær taka undir við fíggjarætlanini fyri næsta ár, tí allur Javnaðarflokkurin atkvøddi blankt.