Nýtt samkomuhús fyri 20 mió

Klaksvík: Sunnudagin 4. mars verður ein serstakur dagur fyri limirnar í samkomuni Betesda.

Henda dagin verður seinasta møtið hildið í “gamla Betesda”, sum tað hereftir fer at verða nevnt. Dagin eftir byrjar arbeiðið at taka bygningin niður, samstundis sum gjørt er klárt til at byggja eitt nýtt og nútíðarkent samkomuhús á sama staði.
Hetta er ein gomul ætlan sum nú gerst veruleiki. Og tað verður ikki hissini bygningur sum skal verða liðugur á vári næsta ár, her alt tað fjølbroytta virksemið fyri børn, ung og tilkomin í Klaksvík skal verða í framtíðini.
- Nýggi bygningurin skal ikki kosta meiri enn 20 milliónir krónur, umframt innbúgv og útgerð, hava tveir av byggiharrunum, Kristian Martin Rasmussen og Jóhan Páll Joensen, sum saman við Fuglark arkitektum og Kanjon standa fyri byggingini.
Sum skilst eigur samkoman longu ein góðan part av kostnaðinum á bók.
Meðan byggingin fer fram verða møtini hildin á øðrum staði í býnum.