Næstan 1.500 fólk saknað eftir vatnflóð

Í minsta lagi 165 fólk eru deyð eftir ógvisliga vatnflóð í marknaøkinum millum Nepal og Tibet. Nógv ferðafólk eru millum tey saknaðu.

Bygningar, vegir og brýr vórðu oyðiløgd, tá ógvisligar mongdir av vatni mikudagin skolaðu gjøgnum fjallaøkið við markið millum Nepal og Tibet. (Mynd: Navesh Chitrakar/Reuters)

Næstan 1.500 fólk, teirra millum í minsta lagi 800 útlendingar, eru saknað í Nepal og Tibet eftir ógvisliga vatnflóð í gjár.

 

Tað upplýsa myndugleikarnir sambært tíðindastovuni Reuters.

 

Bjørgingarfólk í Nepal hava nýtt tyrlur til at leita eftir fólki, sum kunnu vera á lívi, og til at sleppa neyðhjálp niður til fleiri túsund fólk í rakta fjallaøkinum við markið millum Nepal og Tibet.

 

Í dag er talið av deyðum komið upp á 165. Nepal hevur boðað frá 162 deyðum, meðan kinesisku myndugleikarnir hava upplýst, at trý fólk eru deyð.

 

Ein talsmaður fyri løgregluna í Nepal væntar, at talið fer at hækka.

 

– Tað fer at hækka, nú vit hava tikið leitingina uppaftur, og væntandi verða fleiri lík funnin, sigur talsmaðurin Abi Narayan Kafle við Reuters.

 

Næstan 600 útlendingar eru millum tey 826 fólkini, sum eru saknað í Nepal, upplýsa løgreglan og ferðavinnumyndugleikarnir í landinum.

 

Tey saknaðu ferðafólkini koma úr meira enn 20 londum. Teirra millum eru 177 úr India, 63 úr USA, 34 úr Avstralia, 33 úr Bretlandi og 25 úr Kanada.

 

Í Gyirong-økinum í Tibet eru 558 fólk saknað, upplýsir kinesiska ríkissjónvarpið CCTV. Av teimum eru 260 útlendskir ríkisborgarar.

 

Upptøkur úr einum av raktu økjunum vísa, hvussu ógvisligar mongdir av vatni og runu raka bygningar, vegir og akfør. Ein brúgv verður eisini rivin við vatninum.

 

Mikudagin var ógreitt, hvat hevði elvt til vatnflóðina.

 

Amerikanska jarðfrøðiliga stovnunin USGS upplýsir hósdagin, at ein jøkull rapaði og skapti jarðskjálvtalíkar ristingar. Hetta elvdi til eitt skriðulop, sum síðani hevði vatnflóðina við sær.

 

Á kinesisku síðuni av markinum vóru meira enn 1.000 bjargingarfólk send út hósdagin. Tey leita eftir fólki við hundum og dronum.

 

Bjargingararbeiðið er trupult, tí stór akfør og tung útgerð sleppa ikki fram til vanlukkuøkið.

 

Danska uttanríkisráðið upplýsti mikudagin, at tað ikki hevði fingið nakra fráboðan frá dønum, sum skuldu verið staddir í rakta økinum.

 

/Ritzau

 

Bygningar, vegir og brýr vórðu oyðiløgd, tá ógvisligar mongdir av vatni mikudagin skolaðu gjøgnum fjallaøkið við markið millum Nepal og Tibet. (Mynd: Navesh Chitrakar/Reuters)