Natasja Hammer skoraði heili 13 mál

Stjarnan skoraði 30 mál. Føroysku leikararnir stóðu fyri 17 av málunum

Natasja Hammer stórspældi í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í kvøld.

 

Natasja, Inga Maria Roysdóttir og liðfelagarnir í Stjörnuni taptu á útivølli 30-36 fyri Fram, ið var á odda 17-14 í steðginum. 

 

Natasja var stórskjútti við heili 13 málum. Inga Maria skoraði fýra mál, so føroysku leikararnir skoraðu meir enn helvtina av málunum Stjarnan fekk í kvøld.

 

Stjarnan er næstaftast í deildini við fimm stigum.

 

Komandi mikukvøld klokkan 19.30 hevur Stjarnan dyst á heimavølli móti Haukum.