Inntøkan frá kommunuskatti í Nes kommunu fyri 2025 var 76,5 milliónir samanborið við 67,8 milliónir í 2024. Hetta er ein vøkstur á 12,6 prosent samanborið við árið fyri.
- Leggjast kann tó aftrat, at ein teknisk orsøk til serliga góða úrslitið er, at reguleringin fyri gamlan skatt var sera vánalig í 2024 og væl betri í 2025.
Í Nes kommunu siga tey, at tá hugt verður eftir skatti uttan regulering, er vøksturin í fjør 6,8 milliónir - ella 9,7 prosent, sum tó eisini er sera gott.
- Føroysku kommunurnar høvdu í miðal 7,0 prosent skattavøkstur í 2025, so Nes kommuna lá væl omanfyri miðal í vøkstri, staðfesta tey í kommununi.
Kommunan fekk 5,5 milliónir í felagsskatti í 2025.
- Hetta er met og er munandi meira enn í 2024, tá felagsskatturin var 3,1 milliónir og í 2023, tá felagsskatturin var 1,6 milliónir. Høvuðsorsøkin til góða felagsskattin er framgongdin í botnfiskiskapinum, sum vit fegnast um.
Og lagt verður aftrat:
Haraftrat fekk kommunan 16,5 milliónir í eftirlønarskatti í 2025, sum er 2,2 milliónir - ella 15 prosent - meira enn í 2024.
- Ein orsøk til hetta - umframt góðu inntøkugongdina í samfelagnum yvirhøvur – er, at kravda eftirlønargjaldið hækkaði úr 10 til 11 prosent í 2025.
Í Nes kommunu vísa tey á, at kravda eftirlønargjaldið verður 12 prosent í 2026 og fer ikki longur upp, so roknast kann við, at frameftir fer eftirlønargjaldið at fylgja lønargongdini.
- Tilsamans fekk Nes kommuna í 2025 101,3 milliónir krónur í skatti tilsamans fyri øll sløg av skattum. Hetta er 13,3 milliónir - ella 15,1 prosent - meira enn í 2024, ið má sigast at vera sera gott, siga tey í Nes kommunu.











