Neistin vann stórsigur

Neistin greiddi sín setning móti VB og vann 30-16. Luftin er farin úr kappingini hjá kvinnum og nú verður bara bíða eftir FM finaluni

Neistakvinnur hava nú 38 stig fyri 19 dystir í tí fremstu kvinnudeildini í hondbólti. Í gjár vunnu neistakvinnur heili 30-16 á VB í høllin á Hálsi í Havn. Í steðginum var Neistin á odda 15-5. Norðuri í Klaksvík vann StÍF 29-24 á Stjørnuni. StÍF varð á odda 15-13 í steðginum.
Einki stóð upp á spæl hjá nøkrum og tí er ongin spenningur eftir í landskappingini hjá kvinnum. Tað er greitt, at Neistin og Kyndil spæla í FM finaluni, meðan restin akkurát einki hevur at spæla fyri. Onki lið flytur niður.

Neistin – VB: 30-16(15-5)
Neistin: Marjun Danberg 8, Barbara Brauer 7, Unnur Danielsen 5, Bára Hansen 3, Barbara Johannesen 2, Jacklin Durhuus 2, Birita Jacobsen 1, Rakul Augustinussen 1, Nicoleta R. Hansen 1
VB: Rannvá Johannessen 4, Helga Eyðunsdóttir 3, Gurið Mortensen 2, Marijana Trbojevic 2, Una Nolsøe 2, Rúna M. Jacobsen 1, Tamara Radic 1, Andrea Nielsen 1
Dómarar: Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen

Stjørnan-StÍF 24-29(13-16)
Stjørnan: Ella Petersen 7, Ema Bezanova 7, Durita Christophersen 6, Mina Sirdal 2, Una Olsen 1, Edith Hansen 1
StÍF: Fríðrún Danielsen 9, Birna Tummasardóttir 5, Paula Høgnesen 5, Rebekka Justinussen 4, Erla Petersen 3, Bára Berthelsen 2, Lena Weihe 1
Dómarar: Ragnar Simonsen og Regin Mittún Petersen

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Neistin 19 596 434 162 38
2 Kyndil 19 435 427 8 23
3 VÍF/Tjaldur 19 463 484 -21 19
4 VB 20 477 514 -37 13
5 StÍF 19 466 531 -65 12
6 Stjørnan 18 410 457 -47 9