Jú, hesin læknasonurin úr hægri stættini var so óheppin at blaka tann steinin, sum fekk bikarið at flóta yvir: Hannes Westberg bleiv skotin! Av løgregluni í einum superdemokratiskum landi. Og sum stein omaná byrðu, so fekk Hannes ein fongsulsdóm uppá 8 mánaðir. Sjúkralegan verður ikki frároknað.
So í hesum døgum, eru tað nógv sum spyrja, hvat tað var ið hendi? Hesin fundurin, sum skuldi byrja nakað nýtt, bæði fyri ES politikarar og øll tey sum ikki eru samd við rákinum í dag, endaði við at tosað verður um alt annað, enn tað fundurin snúði seg um. Í staðin verður tosað um anarki, løgregluharðskap og facismu. Ikki um hvussu vit fáa deilt ríkidømi eitt sindur rættvísari. Ikki um hvussu vit metta heimin. Og so slett ikki um fundarúrslit.
Persson var her. Somuleiðis Prodi. Og ikki at gloyma Bush. Og annars alt sum kundi krúpa og ganga av byrokratum, politikarum og embætisfólkum. Og trygdin var í hásæti. Sigsauer pistólirnar vóru vælsmurdar, og undantak var givið Secret Service at bera vápn á svenskum gøtum. Staðið har alt skuldi henda, var Svenska Mässan, og Liseberg yvir av bleiv stongt. Trý røð av girðingum vóru settar upp. Framman fyri girðingarnar skuldi løgreglan halda skil á. Komu fólk inn um fyrstu og aðru girðing, skuldu trygdarvørðarnir frá Falck og Securitas taka hesi. Og komu fólk inn um aðru og triðju girðing, skuldu Secret Service á takinum syrgja fyri at hesi ikki komu víðari. Men við Svenska Mässan hendi ikki nógv. Nøkur lógvatak og nøkur góð bíløt. Annars ikki nógv annað. Í staðin bleiv tað Avenyin og Vasastan sum komu á forsíðurnar um allan heim...
Säpo, sum er svenska trygdarløgreglan og fregnartænasta, hevði sett upp sína metan av hvat kundi henda, men tað tók eingin í álvara. Slíkt kundi ikki henda í Svøríki. ?Ä dö go? eller?? sum gøteborgarar taka til. Og mest nýtta vápnið móti mótmælisgongum, bilurin við vatnkanón var ikki at síggja. Ikki so merkiligt, tí svenskarar áttu ongan. Ongantíð hevur tað verið brúk fyri einum sovorðnum, men nú eiga svenskarar ein.
Og so gekk annars alt av hundanum til. Ríðandi løgreglan, sum var úti á gøtunum, mest sum til pynt, rann brádliga fyri lívinum. Nýggju løgreglubilarnir blivu steinaðir og koppaðir. Familjur við barnavognum runnu, so roykur stóð frá hjólunum. Og McDonalds, á Avenyini, seldi ikki fleiri burgarar tað vikuskiftið, og heldur ikki Jameson pubbin, har Terji Rasmussen onkuntíð hevur spælt, skonkti nakra øl. Í staðin gjørdist henda stásiliga gøta ein vígvøllur, har stríðið gekk aftur og fram, so hvørt sum liðini bæði, løgregla og mótmælisfólk viknaðu og styrktust. Og óveruligt var at síggja, hvussu ófriðarkropparnir valdu sær løgreglufólk út, eftir nummarinum á hjálminum at kasta gøtusteinar eftir í skipaðum ríðum, til at enda løgreglan fór at skjóta við skørpum. Og í øllum íbúðunum fram við Avenyeni, sótu fólk í vindeygunum, hugdu og tóku myndir av hesum syrgiliga dysti.
Hvussu var og ikki, hetta vikuskiftið sum skuldi broyta alt, broytti alt uttan tað sum skuldi broytast. Nýggjar lógir eru gjørdar, sum ógvusliga skerja rættindini hjá friðarligum mótmælisfólkum, at skipa fyri fundum í sambandi við toppfundir. Og eingin minnist, hvat tað var sum bleiv avrátt á fundinum. Tað einasta vit minnast, er rokið...
Og neyðars Hannes, ið bleiv sagdur bert verða á veg á eina kafé (í skíðhúgvu???), tók ein stein og blakaði eftir løgregluni, og bleiv skotin og næstan dripin, situr nú í geglinum, har hann hevur fingið átta mánaðir at hugsa seg um í, og skammast. Og kanska hann hugsar, um steinurin hann blakaði, kanska fór nógv longur, og rakti nógv meira, enn Hannes nakrantíð kundi ímyndað sær...