Fyrst góvu vit loyvið til flúgving í føroyskum loftrúmi, áðrenn vit vitstu, hvat slag av flúgving talan var um.
Tá loyvið var givið, boðaði ríkisumboðið frá, at USA fór at brúka føroyska loftrúmið í krígnum móti Irak.
Soleiðis sum málið um yvirflúgving varð lýst fyri okkum, fingu vit einki innlit í tey átøk, ið skuldu fara fram í føroyskum loftrúmi.
Sjálvur vísti eg á, at eingin tilbúgvingarskipan var tøk, um nakar vandi skuldi tikið seg upp um okkara leiðir.
Eisini vísti eg til løgtingssamtyktirnar um uttanveltaðu støðu Føroya og til almennu ætlanir Føroya um at tryggja sær fult innlit í og avgerðarrætt á øll uttanríkis- og verjupolitisk mál, ið kundu hugsast at hava týdning fyri Føroyar og føringar.
Staðiliga varð mælt frá, tí málið var ikki búgvið at taka støðu til.
Men tilsøgn varð so kortini givin, og Føroyar hava so sum einasta norðanland verið við í krígnum -undir donskum flaggi ? einum kríggi, sum vónandi skjótt fær ein enda, men sum í fleiri ættarlið framyvir fer at níva allan heimin.
Talan er um eitt stórmál, sum mær vitandi ikki hevur verið viðgjørt á landsstýrisfundi, men nevnast skal kortini, at tá løgmaður gav sítt loyvi um flúgving í føroyskum loftrúmi, var hann lukkuliga óvitandi um, hvussu hesin leikur fór at taka seg upp eitt hálvt ár seinni.
Dagin eftir at tað kom fram, at fýra flokkar fóru at seta fram uppskot um, at løgtingið skuldi staðfestað, at ST skuldi góðkenna eitt møguligt álop á Irak, fingu vit at vita, at føroyska loftrúmið skuldi brúkast til endamálið.
Henda fráboðan nervaði so kortini ikki uppskotsstillararnar, javnaðar-, sambands-, sjálvstýris- og tjóðveldisflokkin, sum samtyktu málið, hóast ein triðingur av javnaðarflokkinum, fall frá.
Eisini sambandsflokkurin stóð við sítt, hóast hann kom í ta tvístøðu at krevja, at ST skuldi góðkenna kríggið móti Irak, samstundis sum hann í uttanlandsnevndini gav treytaleysa tilsøgn um, at flúgvast kundi yvir Føroyum á krígsferð móti Irak.
Einki kríggj uttan um ST segði so løgtingið, og løgmanni varð álagt at boðað frá tingsins vilja, sum var ímóti tí, sum løgmaður hevur givið tilsøgn um flúgving viðvíkjandi.
Føroya Løgting mótmælti krígnum móti Irak, men kortini taldist Føroyar millum álopslondini.
Tað næsta sum hendi var so tað, at ein altjóða sáttmáli um avtøku av deyðarevsing varð samtyktur av løgtinginum í farnu viku, samstundis sum danir ímóti løgtingsins vilja hava havt tann vilja, at deyðarevsing skuldi vera galdandi í Føroyum.
Eitt samt løgting segði fyri hálvumøðrum ári síðani, at hernaðarligu revsi- og rættargangslógirnar skuldu avtakast, men danir hava ikki vilja lýst lógina, og hevur deyðarevsing í krígsstøðu sostatt framvegis verið í gildi í Føroyum.
Landsstýrið hevur fleiri ferðir rykt eftir at fáa málið avgreitt, men tað hevur verið sum at sláa í eina dýnu.
Í farnu viku sigur so ríkisumboðið fyri løgtinginum, at løgmaður og danski verjumálaráðharrin hava tosað um málið 6. juni í 2002, og við heimild í hesum práti hevur so stjórnin tikið sært rætt til at lýsa eina danska lóg um hernaðarliga revsi- og rættarskipan at vera galdandi í Føroyum.
Danska lóggávan inn í føroysk viðurskifti er púra óneyðug og ikki fyri annað at roknað enn grov provokatión móti løgtingsins vilja.
Vit hava vanlig revsirættarlig viðurskifti galdandi á økinum, og kunna viðgera onnur av líknandi slag, og vit eiga ikki at finna okkum í at vera neyðtikin í eini krígsstøðu, sum danir hava vavt seg uppí.
Greiðar ásetingar eru í stýrisskipanarlógini um ígildissetingar av donskum ríkislógum, men hesar verða ikki fylgdar.
Hetta er eitt sera ávarsamt og prinsipielt mál fyri okkum føroyingar.
Átakið frá dønum er í skerpandi stríð við løgtingsins vilja.
Framferðin hjá donsku ríksistjórnini er ikki mennandi fyri donsk føroysku viðurskiftini.
Talan er um miðvísan ágang móti føroyskari parlamentarismu.
Hetta er NATO-málið umaftur.
Hetta er brot á allar avtalur um, at vit føroyingar skula umsita okkara egna verju- og trygdarpolitikk.
Hetta er brot á eina langa røð av avtalum um mennandi og nýskapandi ábøtur á donsk føroysku viðurskiftini.
Hetta eru týðandi brot á setning okkara í samgonguskjalinum um fult innlit í og avgerðarrætt á øll uttanríkis- og verjupolitisk mál.
Átakið frá dønum er ikki borðbært, hvørki moralskt ella fólkarættarliga, og tað letur upp fyri líknandi lóggávu framyvir, inn í føroysk viðurskifti og ímóti føroyskum áhugamálum.
Ríkisrættarliga støða Føroya er ongantíð meiri fløkt enn tað sama.
Vit mótmæltu kríggi, og vit mótmæltu deyðarevsing, og vit fingu bæði kríggj og deyðarevsing.