Neyðugt at halda fram við bummgjaldinum

– Skal Vágatunnilin lúka nýggjastu krøvini, skulu ábøtur gerast á hann fyri 70-80 milliónir

Besta trygdin fyri, at undirsjóvartunlarnir verða hildnir nóg væl,  er, at brúkaragjaldið verður varðveitt.

Tað sigur Aksel V. Johanensen, løgmaður.

 

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, hevur spurt hann um ætlanin er at avtaka bummgjaldið fyri at koyra ígjøgnum Vágatunnilin.

 

Í áðni skrivaðu vit, at tað ætlar løgmaður ikki.

 

 

Les eisini: Bummgjaldið verður IKKI avtikið enn

 

 

Løgmaður sigur, at arbeitt verður við eini samhaldsfastari samferðsluskipan fyri alt landið og tað verður væntandi liðugt tíðliga næsta ár. Endamálið við tí er at javntseta øll í Føroyum, hvat ferðaseðlaprísum viðvíkur.

 

– Samstundis er vert at leggja sær í geyma, at tað er nú rættiliga bíligt at koyra ígjøgnum tunnilin, sigur hann.

 

Ein, ið koyrir ígjøgnum tunnilin hvønn dag til og frá arbeiði, ella í øðrum ørindum, kann fáa prísin heilt niður á átta krónur um dagin, sigur løgmaður.

 

Hann kemur soleiðis fram til hendan prísin: Eitt árshald kostar 500 krónur um mánaðin. Er talan um 20 túrar um mánaðin, er kostnaðurin 25 krónur fyri hvønn túrin, aftur og fram. Afturat hesum kann brúkarin fáa næstan 17 krónur í ferðastuðuli fyri hvønn túrin aftur og fram. Sostatt kann prísurin fáast heilt niður á átta krónur.

 

– Eru fleiri fólk í bilinum, kann hvør teirra fáa 17 krónur í ferðastuðuli, hava tey annars útreiðslu í sambandi við ferðingina. Tað kann vera at tey rinda bileigaranum fyri sín part av teimum 25 krónunum, sum hann rindar fyri túrin.

 

Løgmaður sigur, at tá ið tosað verður um at koyra ókeypis, eigur eisini at havast í huga, at í fleiri ár hevur Landsverk áhaldandi ávarað um, at landsvegirnir forfella, tí peningur er ikki settur av at halda teir fyri.

 

– Hóast fleiri tvíhalda um tað, er ein undirsjóvartunnil er ikki heilt tað sama sum ein tunnil á landi. Og enn minni er ein undirsjóvartunnil eitt vanligt vegastrekki, sigur løgmaður.

 

– Verður tunnilin handaður Landinum, og brúkaragjaldið avtikið, uttan at Landsverk fær hægri játtan, hevði tað sostatt lagt enn størri byrðar á Landsverk.

 

Aksel V. Johannesen heldur, at tað kann vera skjótt at undirmeta, hvussu nógv í roynd og veru skal til fyri at reka og halda ein undirsjóvartunnil.

 

– Fyri Vágatunnilin og Norðoyatunnilin er talan um ávikavist 4,9 og 6,2 kilometrar long strekki langt undir jørð og undir havsins botni har ið nógv vatn og væta kann savnast.

 

Løgmaður staðfestur, at Vágatunnilin er í góðum standi, men skal hann lúka dagsins krøv í Noregi, hevði verið neyðugt við størri íløgum upp á einar 70 - 80 milliónir krónur - og sama hevði gjørt seg galdandi fyri Norðoyatunnilin.

 

Løgmaður sigur, at eitt ávíst brúkaragjald er tískil besta trygdin fyri at undirsjóvartunlarnir verða nóg væl hildnir.