Neyvan landsroyndir í ár

Landsstýriskvinnan vil ikki loyva landsroyndum, fyrr enn vissa er fingin fyri, at tøkniliga skipanin riggar.

Orsaka av stóru trupulleikanum, sum hava verið við at gjøgnumføra landsroyndir í skúlunum seinastu árini, hevur landsstýriskvinnan í skúlamálum, Rigmor Dam, tikið avgerð um, at ongar landsroyndir skulu vera, fyrr enn vissa er fyri, at skipanin riggar sum hon skal.

 

Í vár vóru landsroyndirnar avlýstar, tí tøkniligu trupulleikarnir vóru so stórir, at tað ikki bar til at fremja landsroyndirnar í fleiri skúlum. Tá tók landsstýriskvinnan avgerð um, at ongar landsroyndir skulu verða í skúlaárinum, hóast tað í fólkaskúlalógini er ásett, at landsroyndir skulu vera á hvørjum ári.

- Um landsroyndir verða í skúlaárinum, sum júst er byrjað, fáa vit at síggja; tað veldst um, hvussu tøkniligu trupulleikarnir verða loystir. Eg kann ikki biðja skúlarnar skipa landsroyndir, so leingi tøknin ikki riggar. Skipanin, sum hevur verið brúkt, skal skiftast út við eina aðra, og mær vitandi er tað ikki hent enn; trupulleikarnir eru tí ikki loystir, sigur Rigmor Dam við Skúlablaðið.

 

Sambært skúlablaðnum handaði ein arbeiðsbólkur í februar landsstýriskvinnuni eitt upprit og tilmæli um royndarúrslit í fólkaskúlanum; mælt var eitt nú til at halda fast við landsroyndirnar, at skipa royndir í donskum og enskum, at taka náttúru og tøkni úr landsroyndunum og at flyta landsroyndirnar til antin at vera í juni í 3. og 6. flokki ella fyrst í september í 4. og 7. flokki í staðin fyri sum er at hava tær í endanum á 4. og 6. flokki.

- Eg skilji væl tilmælið um at taka náttúru og tøkni úr royndunum, tí henda lærugreinin er ikki egnað at gera slíkar royndir í; náttúra og tøkni er ein granskandi lærugrein; námsfrøðiliga gevur tað ikki meining at eftirkanna, um næmingarnir vita, hvussu nógv egg eitt tjaldur verpur og so framvegis. Hinvegin snýr tað seg um at læra næmingarnar at hava eina hægri fatan av vistskipanini, vit øll eru partur av, og tað tryggjar tú ikki við, at næmingarnir terpa fakta. Vit hava sett okkum fyri at viðgera, hvørt vit skulu hava landsroyndir ella ikki, í hvønn mun og hvussu. Hetta er ein politiskur spurningur, sum vit viðgera í løtuni, sigur Rigmor Dam við Skúlablaðið