Eitt stórt øki er avbyrgt eftir spreingingina í Crans-Montana, har løgreglan arbeiðir nýggjársmorgunin. - Mynd: Maxime Schmid/Ritzau Scanpix

Nógv deyð í spreinging á barr í sveisiskum skíðstað

Tað er tvísiffrað tal av deyðum og 100 særd eftir eina spreinging í Sveis. Tey flestu hava álvarsligar skaðar.

Eitt stórt øki er avbyrgt eftir spreingingina í Crans-Montana, har løgreglan arbeiðir nýggjársmorgunin. - Mynd: Maxime Schmid/Ritzau Scanpix

Ein stór spreinging og eftirfylgjandi eldur nýggjársaftan í skíðstaðnum Crans-Montana í Sveis hevur kostað tvísiffrað tali av fólki lívið og sært umleið 100 fólk. Tey flestu av teimum særdu eru "álvarsliga særd".

 

Tað boðaðu myndugleikarnir í Sveis frá á tíðindafundi í morgun.

 

– Fleiri tíggjutals fólk eru hildin at vera deyð, sigur Frederic Gisler, løgregluovasti í Valais, sambært tíðindastovuni Reuters.

 

Nøkur av offrunum eru útlendingar. Tjóðskapur teirra er ikki upplýstur.

 

Italska uttanríkisráðið upplýsir, sambært Reuters, at løgreglan í Sveis hevur víst á, at stívliga 40 fólk hava latið lív.

 

Hetta er tó ikki nakað, sum sveisiska løgreglan alment hevur váttað.

 

Myndugleikarnir viðgera málið sum eitt eldsbrunamál og meta enn ikki, at talan er um álop.

 

Enn er óvist, hvat var orsøkin til spreingingina, sum fór fram undir eini nýggjársveitslu umleið klokkan 1:30 á Le Constellation Bar and Lounge.

 

Í sambandi við sjálva spreingingina kom eldur í bygningin, har Le Constellation Bar and Lounge heldur til.

 

Sum avleiðing av spreingingini og eldinum er eitt stórt øki avbyrgt, og flogbann er lýst á økinum yvir Crans-Montana, sum er í kantoninum Valais.

 

Ein lækni frá sveisisku sjúkrabilstænastuni segði fyrr í morgun við sjónvarpsstøðina RTS, at sjúkrahúsini "drukna við eldoffrum."

 

Á tíðindafundinum staðfesti Mathias Renard, sum stendur á odda fyri stjórnini í Valais, at sjúkrahúsini eru undir trýsti.

 

Intensiva deild á stóra Valais-sjúkrahúsinum er fullsett, og sjúklingar mugu tí flytast á onnur universitetssjúkrahús í Sveis.

 

– Nøkur av teimum særdu eru í løtuni stabiliserað á intensivu deild og verða flutt á onnur universitetssjúkrahús at fáa viðgerð fyri álvarsligari skaðar, sigur Mathias Renard.

 

Crans-Montana liggur 35 kilometrar frá markinum til Italia og 50 kilometrar frá sveisiska markinum til Frakland og er eitt vælumtókt frítíðarstað hjá útlendskum skíðferðafólkum.

 

/Ritzau/

 

Myndir: Maxime Schmid/AFP/Ritzau Scanpix

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

##med20##

 

 

Eitt stórt øki er avbyrgt eftir spreingingina í Crans-Montana, har løgreglan arbeiðir nýggjársmorgunin. - Mynd: Maxime Schmid/Ritzau Scanpix