Ovastevna í Nólsoy er fyri alla familjuna

Um vikuskiftið verður ovastevna í Nólsoy, og skráin er fjølbroyttari og meira umfatandi enn nakrantíð áður. Veðurváninar eru góðar, og nólsoyingar eru til reiðar at bjóða gestum vælkomnum.

 

Ovastevna er fastur táttur á summarskránni hjá nógvum føroyingum, og í fjør vóru umleið 5000 stevnugestir á ovastevnu. Strandferðslan ger eitt stórt arbeiði, og Ternan siglir hvønn tíma frá klokkan 08 leygarmorgun til klokkan 05 sunnumorgun.

 

Ferðaætlanin hjá Ternuni sæst á www.ssl.fo

 

Í Nólsoy siga fyrireikararnir, at bryggjan er miðdepilin á stevnuni. Tað er her, at stevnan verður sett, og í ár verður tað nólsoyingurin og løgtingsmaðurin, Karlot Hergeirsson, sum fer at bera fram røðu.

 

- Á bryggjuni er matsøla, listaframsýning, útimøti, barnaundirhald og tónleikaframførslur av ymsum slagi. Her er tjaldið við tónleiki, dansi og ølsølu. Tá farið er at skýma, verður felagssangur á bryggjuni.

 

Fyrireikararnir vísa á, at nógvu bátarnir, sum liggja á víkini, eru eisini við til at skapa ein serligan ovastevnudám. Hóast tað mesta fer fram á bryggjuni, kann sigast, at tað verður lív í allastaðni í Nólsoy.

 

- Tiltøkini fyri børn eru við fótbóltsvøllin á Mýrini og á frálíka sandinum á Malarenda. Børnini kunnu leita eftir krabbum, tey kunnu vassa ella svimja á sjónum, tey kunna fara á barnabasar og annars spæla frítt.

 

Lagt verður aftrat, at forvitnisliga bygdasavnið við Brunn hevur opið, í kirkjuni verða nógvar konsertir, andakt og gudstænasta. Undir Botnagarði verður kórsangur, handilin í bygdini hevur opið, kafé verður í Avhaldshúsinum, og heimavirkið letur dyrnar upp.

 

- Í Royndarhúsinum verður kabarett, og á flakavirkinum verður sangleikur.

 

Út á kvøldið verður dansur í Royndarhúsinum og føroyskur dansur í Avhaldshúsinum.

 

##med2##

 

- Men, hetta er bara ein partur av øllum tí, sum tú kanst uppliva um vikuskiftið í Nólsoy, og her verður heilt víst okkurt til øll. 

 

Í Nólsoy siga tey, at nevndin, sum skipar fyri ovastevnuni, hevur lagt dent á, at stevnan skal vera fyri alla familjuna, og at tiltøkini so vítt gjørligt skulu vera ókeypis.

 

- Hetta ber millum annað til, tí flest øll fólk í Nólsoy taka lógvatak saman um at fáa hetta at bera til. Ein rúgva av sjálvbodnum fólkum eru í sving alt vikuskiftið, og her er talan um bæði stórar og smáar uppgávur. 

 

Ovastevna er, sum navnið eisini ber boð um, til minnis um Ova Joensen. Stevnan hevur nú sløk 30 ár á baki, og hvørt ár gleðir bygdafólkið seg til stevnuna. 

 

- Vælkomin á ovastevnu, øll somul - nær og fjar, eru boðini úr Nólsoy, nú seinasta hond verður løgd á fyrireikingarnar til ovastevnu.

 

##med3##