- Tað er bíligari og dygdin er betri, sigur blaðstjórin á Norðlýsinum, Jóhann Lützen.
15. august var ein merkisdagur fyri Norðlýsið, tí hendan dagin kom fyrsta blaðið á gøtuna, sum er prentað í Danmark. Tað var serblaðið í samband við Sjómannadagin, sum kom út hendan dagin.
Jóhann Lützen, blaðstjóri, sigur, at teir eru væl nøgdir við avgerðina um at flyta framleiðsluna av blaðnum til Danmarkar.
- Vit halda, at dygdin á prentingini er betri, umframt at tað er bíligari at prenta niðri. Harumframt er kundatænastan eisini betri, sigur Jóhann Lützen.
Norðlýsið hevur annars verið prentað á Prentmiðstøðini í Havn. Nú Norðlýsið verður prentað í Danmark, eins og Dimmalætting hevur síðani einaferð í fjør, eru tað einans Sosialurin, Trúboðin og nøkur lýsingarbløð, sum verða prentað í Føroyum.
Sosialurin og Dimmalætting áttu Prentmiðstøðina saman, inntil Dimmalætting fór á húsagang. Tá keypti Tjaldur partin, sum Dimmalætting átti. Tjaldur eigur tí 2/3 av Prentmiðstøðini og Sosialurin 1/3.
- Vit eru væl nøgdir við avgerðina um at flyta prentingina til Danmarkar, so eg síggi onga orsøk at flyta hana aftur til Føroya, sigur Jóhann Lützen.