Norska stjórnin samtykti týsdagin at lata upp aftur tríggjar stongdar gasskeldur við ætlan um uppstart í 2028.
Tað skrivar norska orkumálaráðið á heimasíðuni.
Tær tríggjar gasskeldurnar Vest Ekofisk, Albuskjell og Tommeliten Gamma vórðu stongdar í 1998, men afturlatingin fer, sambært norska orkumálaráðharranum, Terje Aasland, at stuðla orkutrygdini í Evropa.
– Norska framleiðslan av olju og gassi er eitt týðandi íkast til orkutrygdina í Evropa.
– Útbyggingin av nýggjum gasskeldum hjálpir Noregi at varðveita høgu veitingarnar í longdini. Hetta er vorðið týdningarmiklari, eftir at Russland hevur gjørt fulla innrás í Ukraina og ósemjuna í Miðeystri, sigur Terje Aasland.
Gassið frá teimum trimum feltunum, sum øll liggja í sunnara parti av Norðsjónum, verður útflutt til Bretlands og Týsklands.
Ætlanin er at vinna gass úr jørðini fram til 2048.
Stjórnin fer at gera íløgur fyri 19 milliardir norskar krónur - 13,1 milliardir danskar krónur - í at útbyggja fýra havnaanlegg sum liður í at lata tey trý feltini uppaftur.
Samstundis sum gomlu keldurnar eru latnar uppaftur, hevur stjórnin samtykt, at oljufeløg kunnu sleppa at leita eftir olju og gassi á 70 nýggjum blokkum á havbotninum.
Nýggju blokkarnir liggja í Norðsjónum, í Norskahavinum og í Barentshavinum.
Gass- og oljuprísirnir eru hækkaðir nógv seinastu mánaðirnar, eftir at USA og Ísrael 28. februar framdu hernaðarlig álop á Iran.
Ósemjan hevur havt við sær, at ferðslan í Hormuzsundinum hevur verið stongd í eitt langt tíðarskeið.
Áðrenn kríggið fór umleið ein fimtingur av vanligu oljunýtsluni í heiminum gjøgnum sundið.
/Ritzau/











