Noreg og Russland noyðast at samstarva

Iinnrásin í Ukraina hevur gjørt viðurskiftini við grannalondini hjá Russlandi trupul, og kríggið ger, at samráðingarnar millum Noreg og Russland, sum verða í døgunum 16.-20. oktober, hesaferð verða digitalar.

Kystmagasinet.no hevur grein um fiskivinnusamráðingarnar, sum í næstum verða millum Noreg og Russland, og høvuðsmyndin til greinina er sama mynd, sum lesarin sær her omanfyri.

 

Heimasíðan ásannar, at russiska innrásin í Ukraina hevur gjørt viðurskiftini við grannalondini hjá Russlandi trupul. Vesturheimurin hevur sett eina røð av revsitiltøkum í verk mót Russlandi, sum merkir, at nógv viðurskifti eru í bíðistøðu.

 

Millum fáu undantøkini, sum ikki eru í bíðistøðu, er fiskivinnusamstarvið millum Noreg og Russland.

 

Londini umsita fiskastovnarnar í Barentshavinum í felag, og tá talan er um felags stovnar, er eisini neyðugt við felags umsiting, um stovnarnir skulu umsitast burðardygt.

 

Kríggið í Ukraina ger, at samráðingarnar millum Noreg og Russland, sum verða í døgunum 16.-20. oktober, hesaferð verða digitalar. Sambært kystmagasinet.no eru londini samd um hetta. 

 

- Norska samráðingarnevndin hevur umboð úr norsku fiskivinnuumsitingini og uttanríkisráðnum, umframt umboð innan havgranskingarstovnin, sjóverju, vinnulív, fakfeløg og áhugabólkar.

 

Lagt verður aftrat, at tað verður Mette I. Wikborg, stjóri í norsku fiskivinnuumsitingini, sum fer at standa á odda fyri norsku samráðingarnevndini.

 

- Árligu fiskivinnusamráðingarnar eru týdningarmiklar fyri at finna semju um áseting av kvotum og gransking, sigur Mette I. Wikborg við www.kystmagasinet.no

 

Í digitalu samráðingunum skulu londini semjast um kvoturnar fyri 2024 við grundarlagi í lívfrøðiligari ráðgeving og samtyktum umsitingarreglum, og haraftrat skulu londini semjast um felags granskingarátøk fyri 2024.