Í Noregi er eingin ivi um, at Danmark hevur fullan stuðul, tá ræður um trýstið, sum amerikanski forsetin aftur og aftur leggur á Danmark um at lata Grønland frá sær.
- Grønland er ein partur av danska kongaríkinum, skrivar norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, á X, fyrrverandi Twitter, í kvøld.
Norska kringvarpið NRK endurgevur forsætisráðharran fyri at siga, at Noreg "... stendur fult og heilt aftanfyri Danmark... " í hesum spurningi.
Útsøgnin hjá Jonas Gahr Støre kemur, eftir at danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, hevur heitt á USA um at gevast við hóttanunum um at yvirtaka Grønland.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur fleiri ferðir sagt - og endurtikið - at USA tørvar Grønland av trygdarávum.











