Lise Klaveness, forseti í Norska Fótbóltssambandinum á tíðindafundi eftir nevndarfund hjá NFF. Á fundinum heitti Klaveness á Gianni Infantino um at leggja frá sær sum forseti í Fifa. Mynd: Terje Bendiksby/NTB/Ritzau Scanpix.

Norska fótbóltssambandið vil hava Infantino at leggja frá sær

Norska fótbóltssambandið heitir nú á forsetan í Altjóða Fótbóltssamgonguni, Fifa, Gianni Infantino, um at leggja frá sær beinanvegin.

Lise Klaveness, forseti í Norska Fótbóltssambandinum á tíðindafundi eftir nevndarfund hjá NFF. Á fundinum heitti Klaveness á Gianni Infantino um at leggja frá sær sum forseti í Fifa. Mynd: Terje Bendiksby/NTB/Ritzau Scanpix.

Tað segði forsetin í Norska Fótbóltssambandinum, Lise Klaveness, á tíðindafundi í Oslo fríggjadagin.

– Vit vilja heita á Fifa-forsetan um at leggja frá sær nú, segði hon.

Gianni Infantino hevur fingið harða atfinning, eftir at hann fyri stuttum legði fram ætlanir um at stovna eitt handilsligt felag undir Fifa, sum skuldi selja partabrøv fyri meira enn 27 milliardir krónur.

Seinni hevur Infantino tikið uppskotið aftur og biðið um umbering.

Evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA, hevur áður lýst vanálit á Fifa-forsetan og hótt við at sniðganga allar kappingar hjá Fifa.

Gianni Infantino, sum er á vali aftur í mars næsta ár, hevur tó framvegis stuðul frá stórum pørtum av altjóða fótbóltsheiminum, millum annað frá Afrikanska Fótbóltssambandinum (CAF) og Suðuramerikanska Fótbóltssambandinum (Conmebol).