Norwegian Gannet skal hjálpa til í Íslandi

Stóra framleiðsluskipið, Norwegian Gannet, er nú á veg til Íslands at hjálpa til við slakti, nú nógvur laksur doyr hjá alifelagnum, Arnarlax.

 

Stóra norska framleiðsluskipið - Norwegian Gannet - er í løtuni á veg til Íslands at hjálpa alifyritøkuni Arnarlax við at slakta laks, nú nógvur laksur doyr í aliringum hjá felagnum á Árnafirði. 

Skipið, Sighvatur Bjarnason, hevur pumpað nógvan deyðan laks úr ringunum hjá alifelagnum og Gísli Jónsson, leiðari á íslendska matvørueftirlitinum, sigur, at umleið 100 tons av laksi higartil eru deytt.

Tað er íslendska heimasíðan, Stundin, sum ber hesi tíðindi í dag. Sagt verður, at talan er um stóran laks - millum seks og níggju kilo - sum nú verður pumpaður deyður upp úr nótunum.

Sagt verður, at Arnarlax hevur umleið 4.000 tons av laksi í nótunum í løtuni.

Gísli Jónsson sigur, at laksadeyðin hesaferð er ein hin ógvusligasti, hann hevur upplivað, síðan Arnarlax byrjaði sítt alivirksemi. Meðan deyði fiskurin verður pumpaður upp, gongur eisini nógvur viknaður fiskur í nótunum, sum helst skal takast so skjótt, sum til ber.

##med2##

Veðrið á leiðini, har alingin hjá Arnarlax fer fram á vesturlandnum, er ringt, og sambært veðurforsagnum minkar vindurin ikki teir fyrstu dagarnar. Haraftrat er sjógvurin rættiliga kaldur, umleið tvey hitastig.

Nú er so stóra norska framleiðsluskipið - Norwegian Gannet - á veg til Íslands, og sagt verður, at skipið fer norðan fyri Føroyar. Stýrisformaðurin í Arnarlax, Kjartan Ólafsson, sigur, at laksadeyðin í vetur minnir um laksadeyðan seinasta vár.

Tað er SalMar, sum eigur meirilutan í Arnarlax, og tað hevur gingið rættiliga væl hjá felgnum, síðan Arnarlax varð skrásett á keypsskálanum í Oslo síðsta heyst. Síðan endan av november í fjør er partabrævakursurin í felagnum øktur við 82 prosentum.

SalMar er norskt felag, sum bæði hevur smolt, aling, framleiðslu og sølu, og felagið telist millum heimsins størstu á sínum øki.

##med3##