Jákup Mørk
???????????
? Mær dámar væl at síggja, at vit teljast millum stóru nøvnini á festivalinum. Okkara navn stendur jú við stórum stavum saman við Brian McFadden, Shakin Stevens og Anne Linnet, so tað sær bara heilt stuttligt út.
Orðini eigur Archibald Black, sum er ein av teimum trimum upprunamonnunum í Straight Ahead, sum leygarkvøldið 6. august fara at rocka á Vágsbøi í Klaksvík, har Summarfestivalurin aftur í ár fer at halda til.
Straight Ahead var stóra føroyska navnið, sum varð avdúkað á móttøku í Miðlahúsinum í Vágsbotni, og einki er at ivast í, at fyrireikararnir við hesum halda fast í konseptinum, sum var við til at gera festivalin so væl eydnaðan í fjør. Ta ferðina vóru tað Hjarnar, sum fingu áhoyrararnar at kóka við slagarunum frá 80?unum, og hesaferð verður leitað eitt vet longur aftur. Nevnliga til 70?ini, har Straight Ahead við brúsandi rocktónunum nærum kollvelti føroyska tónleikapallin.
Steintór lumpaði okkum
Tað eru 16 ár síðani, at teir seinast vóru á pallinum. Tað var í 1989, og tað er altso einasta ferðin síðani 1978, at teir hava havt framførslur.
Archibald var saman við Hera Ellingsgaard á móttøkuni í Miðlahúsinum, og teir eru skjótir at svara, tá spurt verður, hvussu tað ber til, at teir nú aftur verða at síggja og hoyra á pallinum.
Tað er nokk fyrst og fremst, tí Steintór dugir ótrúliga væl at tosa fólk til rættis heldur Heri.
Archibald er meira hvassur og heldur, at Steintór rætt og slætt lumpaði teir.
? Hann hevði nevnt hetta fyri mær. Men eg segði kortanei. Mínar musikalsku ambitiónir vórðu skrottaðar í ?78. Tá pakkaði eg guittaran, og síðani havi eg bert havt hann frammi ta ferðina í 1989. So hetta hevði als ongan hug til.
? Men hvat ger Steintór? Hann fer aftur um ryggin á mær til Hera. Og onkursvegna fær hann lokka hann við upp á hugskotið, og biðjur so hann vera eitt slag av meklara. Tá vildi eg so ikki verða Svartiper og oyðileggja gleðina hjá hinum, so nú hava vit sagt ja, hálvgum flennir hann.
Teir viðganga tó eisini, at væl eydnaða tiltakið í fjør nokk eisini hevði sína ávirkan. Ikki minst framførslan hjá Hjarnum.
? Teir eru jú næstan líka gamlir sum vit. Tað var nokk eisini tað, sum fekk Steintór at fara eftir okkum, og vit gleða okkum eisini til hetta, staðfesta teir.
Slóðbrótarar
Tá Straight Ahead fyrstu ferð komu á føroyska tónleikapallin, var hetta einki minni enn ein kollvelting.
Hvør sær høvdu teir verið partar av ymsum kjallarabólkum, men tá teir í 1973 funnu saman, gjørdist hetta - kanska ótilvitað - eitt veruligt frambrot í føroyskum tónleiki. Nakað sum teir báðir eisini tykjast eitt sindur ernir um í dag.
? Vit vóru kanska eitt slag av pionerum, kanst tú siga. Tað breyt í øllum førum við tað, sum fram til tá varð givið út í Føroyum.
? Stóru nøvnini tá vóru Harkaliðið, tey av Kamarinum og the Faroe Boys, men okkara stílur var heilt øðrvísi. Hetta var rockur, sum vit sjálvir høvdu framleitt, og sum fyri tað nógva eisini var skrivaður á føroyskum. Tað var í øllum førum nakað, sum fólk ikki kendu til. Og tey tóku væl ímóti hesum.
Og verður tað so tað sama gamla Straight Ahead, sum vit koma at hoyra í august mánaði?
- Tað verður tað. Skránna løgdu vit til rættis alt fyri eitt, og hon verður ikki broytt. Fólk skulu nokk ikki rokna við nøkrum løgum frá okkum, men okkurt lag verður kanska eitt sindnur uppdaterað, tí tað skal í øllum førum vera jam í, halda teir.
Funnu beint á slóðina
Hóast teir ikki hava spælt saman í langa tíð, so tykjast hvørki Archibald ella Heri at vera bangnir um, at framførslan ikki skal rigga. Í øllum førum verður ikki talan um so øgiligar venjingar, áðrenn teir fara á pallin.
? Vit vóru saman eitt vikuskifti herfyri. Tað var forrestin fyrsta ferðin síðani 1989, at eg tók guittaran fram, og tað løgna var, at hann stemmaði perfekt, sigur Archibald. Og Heri heldur fram.
? Eg haldi, at tað riggaði bara væl. Tað tók okkum kanska nakrar løtur, men so funnu vit á rætta lagið. Tað luktaði í øllum førum av øl, sveitta og sigarettum, so tað verður ordiligt rock?n roll, sum verður á skránni.
Hvussu er og ikki, so er lítið at ivast í, at fjøldin fer at skrála við, tá løg sum »Komið øll við«, »Upp á gólv« og »Heading for disaster« fara at runga um Vágsbø. Ordiligir klassikarar eru nevnliga gjørdir úr tilfari, sum ongantíð fer av móta, og hetta er eisini galdandi fyri løgini, sum Straight Ahead komu buldrandi á pallin við fyri 32 árum síðani.