NSÍ-B68:
Upptakt
Tað er grannauppgerð við Løkin í Runavík í triðja leikumfarinum. B68 vitjar, og tað er upplagt, at toftamenn eru kroystir. Teir hava undan kappingarbyrjan verið roknaðir ímillum bestu boðini upp á oddasessirnar, men teir heilkiksðu bæði í Gundadali ímóti HB og á heimavølli ímóti VB.
Í vikuni hava teir arbeitt við málinum. Teir hava so at siga vaskað talvuna reina, og í Runavík fara teir so at siga ar byrja av nýggjum. Teir rokna avgjørt ikki við nøkrum løttum dysti. NSÍ hevur havt takið á B68 tey seinnu árini, men tað skal telvast um stigini, áðrenn tað verður greitt, at B68 eisini hevur kiksað í triðju royndini í ár.
Oleif Joensen fekk reytt kort ímói VB, og hann er leikbannaður. Marcello Marcellino er framvegis skaddur. Hann er so smátt farin at renna fyri seg sjálvan. Teir rokna við, at hann kanska fer at venja saman við hinum í komandi viku.
Fremstu B68 álopsmenninir eru í løtuni Súni Fríði Johannesen og Mortan Hansen. Teir eru báðir uppvaksnir í NSÍ. Nú fæst at síggja, hvussu teir fara at standa seg ímóti gomlu liðfeløgunum.
Allar kanónirnar tøkar
Í NSÍ eru teir svangir. Eftir javnleikin í fyrsta umfarinum vóru teir ikki á vøllinum í øðrum umfari, tí dysturin í Miðvági varð útsettur til mitt í komandi viku.
Tá NSÍ skuldi í Vágarnar var Jónstein Petersen so mikið illa fyri, at tað ikki varð roknað við, at hann fór at verða førur fyri at spæla. Mikukvøldið var hann til venjingar aftur, og tá varð roknað við, at hann fór at verða førur fyri at spæla ímóti B68.
Seinastu vikuskifti spældu onkrir av yngru monnunum, sum ætlanin hevði verið at hava við vestur í Vágar, við í 2. deild. Teir fóru á vøllin ímóti HB, tá tað vaar greitt, at dysturin í Miðvági varð útsettur.