NSÍ gott seinna umfar

2. deild: EB/Streymur-NSÍ 1-3 (0-1)

2. deild: EB/Streymur-NSÍ 1-3 (0-1)


Tað kom sera væl við hjá gestunum, og teir á heimaliðnum mundu ikki meta, at tað var serliga rættvíst, tá NSÍ, sum vitjaði á Mølini á Eiði, fekk hol á málskjótingina.

Tá restaði bara ein lítil løta av fyrra umfarinum, og heimaliðið, sum hevði fitta lotið undan, hevði havt nógv betri tak á spælinum enn NSÍ, sum ikki hevði havt nakran serligan møguleika. EB/Streymur hevði havt leikliga yvirvág, og bólturin hevði verið nógv á NSÍ hálvuni, men tað vóru ikki nógvir stórir møguleikar til heimaliðið.

Og so var tað, at Mortan Hansen slóg til og skulu vit meta út frá avrikunum í 2. hálvleiki, so tók einasta málið í 1. hálvleiki luftina úr heimaliðnum.

Mortan Hansen fekk bóltin eitt sindur inni á mótstøðuhálvuni í høgru, fleiri armar fóru upp, tí onkur var í rangstøðu, men í staðin fyri at geva bóltin til onkran annan, valdi álopsmaðurin at sneiða ein av og fara sjálvur, og tá Karsten Vang kendi seg noyddan at leypa út, sendi Mortan Hansen bóltin í mótsatta síðunet.

Í 2. hálvleiki var NSÍ væl betri við, og kanska var tað soleiðis, at teirra spælarar í miðal vóru betur fyri enn mótstøðumenninir. Teir øktu, tá 58 minuttir vóru farnir. Johnny Skibenæs sendi úr 20 metrum og í tríkantin. Stutt eftir sendi Fróði við Rætt í tvørtræið og uppum, og eftir 77 minuttir økti Sigurjón Einarson til 3-0. Tíggju minuttir frammanundan var hann innskiftur á miðvøllin í høgru, og kanska var málverjin í so skjótur at leypa út, soleiðis at tað var lætt hjá mótstøðumanninum at lyfta uppum hann.

Tað restaðu tríggir minuttir, tá EB/Streymur minkaði um munin. Talan var um skjótt álop. Langt diagonalt skift kom av miðjuni eitt sindur til vinstru, Johnny Samuelsen sneiddi ein av, fór framvið Ólavi Højgaard og trillaði bóltin í málið.jh