NSÍ hómar Europa í havsbrúnni

HB slapp væl burtur úr torførum útidysti, meðan B68 og B36 ávikavíst hálv og heilkiksaðu á heimavølli. Skálamenn eiga framvegis fyrsta sigurin til góða

6. UMFAR SAMANUM

Føroyingar hava síðani 1992 tikið lut í altjóða liðfótbólti. GÍ, HB, B36, KÍ og B68 hava roynt seg fleiri ferðir, og VB og B71 hava eisini havt møguleikan. NSÍ hevur ikki altíð verið so støðugt, og tað er ikki so langt síðani, at teir vóru í 2. deild og vendu. Men nú hava teir verið í bestu deildini í fimm ár, og bæði teir sjálvir og onnur munnu halda, at nú eigur tað at vera skjótt, at teir skulu hava møguleikan í onkrari av altjóða kappingunum.
Veruleikin er tann, at liðini skulu í landskappingini og steypakappingini kvalifisera seg til altjóða dystirnar. Tað hava teir í Runavík ikki megna higartil. Men nú tykist tað ikki vera so langt eftir, áðrenn teir røkka hesum málinum.
Hóskvøldið skal NSÍ á grasvøllinum á Svangaskarði spæla seinnu hálvfinaluna í steypakappingini. Um teir megna at vinna, spæla javnleik har mál verða skorað ella um Jens Martin Knudsen megnar at vinna brotssparkskappingina fyri teir (hon verður bara aktuell, um tað eftir 120 minuttir framvegis verður málleyst), so kann tað seinni í ár vísa seg, at finaluplássið fer at bera fyrstu Europa Cup luttøkuna við sær. Finaluplássið ber Europa Cup luttøku við sær, um HB veråður FM vinnari. Um NSÍ vinnur fyrsta FM heitið, so verða teir sjálvskrivaðir í UEFA Cup.
NSÍ hevur ongantíð vunnið heiðursmerki í landskappingini. Sigurin í Gundadali ímóti B36 hevur við sær, at teir eru næstovastir. Teir taptu innanhýsis dystin ímóti HB í fyrsta umfarinum 4?0. Tí er HB frammanfyri NSÍ á støðutalvuni.
Komandi vikuskifti er Skálafjarðarstevna. Tá skal NSÍ spæla landskappingardyst á heimavølli ímóti TB. Ofta hava heimaliðini dummað seg í stevnudystunum. Men við tí disiplin, sum NSÍ hevur víst nógvu tær seinastu ferðirnar, so kann roknast við, at Jógvan Martin Olsen fer at prenta inn í sínar menn, at tað er alneyðugt ikki at undirmeta botnliðini. At NSÍ hóskvøldið fer at spæla tungan steypadyst á grasinum á Svangaskarði hevur við sær, at tað neyvan verður aktuelt at spæla landskappingardystin leygarkvøldið, sum NSÍ annars ofta hevur gjørt, tá tað hevur verið Skálafjarðarstevna.

Brotsspørkini og deyðu bóltarnir
NSÍ misnýtti mikukvøldið í síðstu løtu brotsspark á Svangaskarði. Høvdu teir skorað ta ferðina, so høvdu teir fingið fulla úrtøku. Sunnudagin vóru teir aftur partur í dysti við brotsspørkum. Og hesa ferð høvdu teir í NSÍ marginalirnar á sínari síðu. Heilt sjáldsamt var tað, at B36 eftir lítlari løtu misnýtti tvey brotsspørk. Virðingin fyri Jens Martini Kndusen, sum spælir betri enn nakrantíð, er sera stór. Tí verða bóltarnir settir uttarlaga, men tað skal valdast.
Tað verður sera stórur dentur lagdur á verjupartin. Tað sást eitt nú, tá HB var á Svangaskarði. Sum í Vági í 5. umfari, so helt HB verjuspælararnar heilt aftarlaga, og so dúvaðu teir upp á langar bóltar til vandamikla álopið. Í sovornum førum hava deyðbóltsstøðurnar sera stóran týdning. Bæði málini á Toftum komu eftir deyðbóltsstøður. B68 fekk mál eftir fríspark, og HB fekk mál upp á brotsspark.
Í Klaksvík avgjørdi KÍ, hvar stigini skuldu fara, tá teir skoraðu til 2?0 ? upp á brotsspark (skálamenn vóru ikki nøgdir við dómaran í hesum førinum). Og í Gøtu fekk GÍ tvey mál. Bæði vórðu skorað eftir hornasparksstøður.

Hálvu og heilu kiksararnir
Tað er væl skilljandi, at teir á Toftum iðraðu seg um, at tað ikki eydnaðist at fáa fult ímóti HB. Hetta var triðja ferðin í ár, at B68 spældi 1?1 á heimavølli, og hetta var triðja ferðin, at mótstøðuliðið javnaði á Svangaskarði, eftir at B68 var komið á odda (hinar ferðirnar vóru ímóti GÍ og NSÍ). Um B68 ætlar sær at vinna FM, so verður neyðugt hjá teimum at fáa meiri burturúr útidystunum ímóti liðunum, sum teir kappast um oddaplássini við, enn teir hava fingið burturúr á heimavølli.
Meistaraliðið í B36 er nógv minni stæðugt, enn tað var í fjør. Ímóti NSÍ gjørdu teir mistøk í verjupartinum, og mótstøðumenninir, sum undan dystinum ivaleyst høvdu verið nøgdir við javnleik, megnaðu at sekta mistøkini og at fara avstað við øllum.
HB hevur tvær tær seinastu ferðirnar verið undir stórum trýsti á útivølli. Men teir hava megnað javnleikir, og tað ber boð um, at liðið framvegis er eitt gott boð uppá oddapláss. Teir skulu spæla tveir útidystir afturat, áðrenn teir aftur sleppa í Gundadal, men útgangsstøðan verður neyvan so verjukend á Skála og á Eiði, sum hon hevur verið í Vági og á Toftum. Steypadysturin ímóti VB komandi hóskvøld í Gundadali tykist mest av øllum at vera ein avgreiðsluspurningur. Vánirnar fyri at VB skal koma afturíaftur, eftir at teir taptu 2?0 á heimavølli eru millum lítlar og ongar.

Lagnudystur
KÍ og GÍ hava ikki verið serliga sannførandi higartil. KÍ hevur havt ilt við at fáa spælið at glíða, og hjá GÍ hevur tað heldur ikki verið nakað at rópt hurrá fyri. Kanska hevur tað ikki verið so frægt fyrr í ár, sum tað var sunnudagin.
Stóra styrkin hjá KÍ er, at teir hava Kurt Mørkøre. Hóast hann á ongan hátt er í venjingarstøðuni, sum hann var í í fjør, tá hann skoraði í øllum dystunum, sum hann spældi við KÍ, so er hann framvegis so mikið vandamikil, at hann er toppskjútti í landskappingini.
GÍ og KÍ hava vunnið nógv, og tey droyma um at vinna meiri. Higartil í ár hevur úrtøkan ikki verið so ógvuliga stór. Men hini úrslitini hava lagað seg soleiðis, at tað framvegis ikki er serliga langt til toppin. Komandi sunnudag skal KÍ til Gøtu. Sigurharrin í tí dystinum verður hópin nærri oddinum, meðan tapandi liðið neyvan verður meiri enn bleyt millumvøra.

Skála sigursleyst
Við javnleikinum á Sevmýri fóru bæði TB og EB/Streymur frá Skála. Spildurnýggja liðið í bestu deildini bíðar framvegis eftir fyrsta sigrinum í landskappingini. Fimm spælarar vóru burturfrá í Klaksvík. Tað var ov mikið. Fleiri teirra vera tøkir aftur, tá HB kemur inn á Skála, men sannlíkið fyri at fyrsti sigrurin skal verða vunnin sunnudagin, er ikki serliga stórt.
Sum tað sær út í løtuni, so verða tað innanhýsis dystirnir ímillum botnliðini, sum fara at gera niðurflytingina av. Annan sunnudag skal Skála suður á Sevmýri. Úrslitið í ti dystinum fer at hava alstóran týdning.