Fótbóltur
- Nenad, er helst tann besti miðvallaleikarin í Føroyum í løtuni, og hevur hann havt ein sera týðandi leiklut á formulaliðnum hjá NSÍ í ár, og hevur tað sjálvsagt stóran týdning fyri okkum, at vit nú hava kunna gjørt ein nýggjan sáttmála, sum er galdandi fyri tvey ár, sigur Dánial Petur Hansen, formaður í NSÍ, í stuttari viðmerking til heimasíðu felagsins.
Umframt Nenad, hevur felagið eisini gjørt avtalu við bróðurin Predrag Stankovic um at halda fram sum málverji í felagnum.
Eisini er greitt, at Jónhard Frederiksberg heldur fram í felagnum. Eins og Nenad Stankovic, so kom Jónhard til NSÍ saman við Jóhan Nielsen, venjara, og eins og Jóhan hevur Jónhard gjørt av at leingja sín sáttmála. Tað sama hevur Pauli Hansen, hjálparvenjari, gjørt, so illa ber til at siga annað, enn at trolingin, sum NSÍ í fjør gjørdi á Skála, hevur roynst felagnum heilt væl.