Nú brennur í báðum endum!

Stórur spenningur er í botninum, og ÍF tekur seg alt nærri oddaliðnum HB

21. umfar í EFFO deildini er liðugt, og støðutalvan boðar frá, at tað er størri spenningur bæði í toppinum og í botninum, enn tað heilt leingi hevur verið.

 

Skaðaplágaða B36 megnaði at geva HB ein skarpan gang. Árstalsfelagið var frammanfyri 2-0 rættuliga skjótt, men HB gav seg ikki, og í 2. hálvleiki eydnaðist tað oddaliðnum at javna, og harvið endaði tað fyri triðju ferð í ár javnt millum grannarnar í Gundadali.

 

Í Fuglafirði vann ÍF 3-2 ímóti AB. Hetta var triðja ferðin í ár, at fuglfirðingar vunnu landskappingardyst við einum máli ímóti argjamonnum. Úrslitið ber við sær, at ÍF togaði seg tvey stig inn á toppliðið. Nú eru fimm stig millum HB og ÍF.

 

Í botninum kennist støðan vónleys hjá 07Vestur, sum í dag tapti 4-0 á útivølli ímóti EB/Streymi. TB er framvegis á niðurflytingarplássi. Men 3-2 sigurin í Klaksvík ber við sær, sum var tann fyrsti síðani 1987, at tað nú bara eru tvey stig fram til KÍ og trý stig fram til AB! Víkingur hevur 28 stig, og tí ber illa til at ímynda sær annan niðurflytara enn  TB, KÍ og AB.

 

At NSÍ og EB/Streymur vunnu, og at B36 vann eitt stig ímóti HB ber við sær, at kappingin um bronsuplássið er sera tøtt.

 

Úrslit

KÍ-TB 2-3 (1-1)

1-0: Heðin Klakstein 9.

1-1: Poul Ingason 17.

1-2: Arthur Poulsen 51.

2-2: Sørmundur Kalsø 64.

2-3: Poul Ingason 82.

Dómari:  Petur Reinert

KÍ: Menhardt Joensen – Johan Jacobsen, Sørmundur Kalsø, Jógvan Isaksen, Heðin á Lakjuni – Atli Danielsen, Heðin Klakstein (Ísak Simonsen, 86.), Ivan Joensen (Henry Heinesen, 61.) – Álvur F. Christiansen (Kristoffur Jakobsen, 74.), Páll A. Klettskarð, Hjalgrím Elttør

Gult kort: Sørmundur Kalsø

TB: Ivan Stojkovic – Teitur Olsen, Martin Tausen, Óli Johannesen, Eirikur Magnusarson –  Poul Ingason,  Babacar Ndiour,  Ndende Adama Guéye, Nicky Ferenc Divedrdics -  Arthur Poulsen (Ragnar Tausen, 77.)

Gult kort: Babacar Ndiour, Óli Johannesen, Poul  Ingason

 

 

 ÍF-AB 3-2 (3-2)

0-1: Bjartur Kjærbo 9.

1-1: sjálvmál 20.

2-1: Clayton Soares 24.

3-1: Øssur Dalbúð 28.

3-2: sjálvmál 29.

Dómari:  Dagfinn Forná

ÍF: Jákup Mikkelsen – Fritleif í Lambanum (Áki Petersen, 83.) , Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard – Ari Ellingsgaard (Heri Nesá, 73.), Høgni Madsen, Bogi R. Petersen (Poul N. Mikkelsen, 90.), Nenad Saric – Øssur Dalbúð, Clayton Soares

Gult kort: Bogi R. Petersen

AB: Símun Rógvi Hansen – Jónas Stenberg (Hørður Mohr, 46.), Morten Overgaard, Rói Danielsen, Beinir Ellefsen – Jobin Drangastein, Dion B. Splidt, Sorin Anghel, Kári Nielsen, Rógvi Poulsen (Mikkjal Hentze, 90.) – Bjartur Kjærbo (Karstin Højgaard, 79.)

Gult kort: Dion B. Splidt

 

 

Víkingur-NSÍ 2-4 (2-2)

1-0: Finnur Justinussen 14.

1-1: Árni Frederiksberg 37.

1-2: Klæmint A. Olsen 40.

2-2: Finnur Justinussen 45.

2-3: Magnus Olsen 83.

2-4: Klæmnt A. Olsen 90.+5.

Dómari: Eiler Rasmussen

Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Dánjal Pauli Lervig (Heðin Hansen, 78.) – Sølvi Vatnhamar, Jann Ingi Petersen (Sverri Jacobsen, 56.), Hanus Jacobsen (Hjartvard Hansen, 87.) – Filip Djordjevic, Finnur Justinussen, Kaj Leo í Bartalsstovu

Gult kort: Filip Djordjevic, Dánjal Pauli Lervig, Atli Gregersen

NSÍ: Kristian Joensen – Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Andras Brixen Vágsheyg, Einar Tróndargjógv – Karl Løkin, Magnus H. Olsen, Pól Jóhannus Justinussen – Árni Frederiksberg (Sjúrður Jacobsen, 80.), Klæmint A. Olsen, Andy Olsen (Jann Martin Mortensen, 61.) 

Gult kort: Magnus Olsen, Karl Løkin   

 

 

EB/Streymur-07Vestur 4-0 (2-0)

1-0: Leif Niclasen 13.

2-0: Brian Olsen 16.

3-0: Gunnar Zachariasen 52.

4-0: Leif Niclasen 69.

Dómari: Alex Treoleis

EB/Streymur: René Tórgarð –Gert Hansen, Pætur Dam Jacobsen,  Marni Djurhuus, Rógvi E. Nielsen - Levi Hanssen, Niels Pauli Danielsen,  Brian Olsen (Jóhannes Hansen, 78.)– Leif Niclasen, Gunnar Zachariassen, Hans Pauli Samuelsen 

Gult kort: Niels Pauli Danielsen

07Vestur: Andras Gango – Tórstein Mýlingstind, Emil Mikkelsen, Gunleif Olsen, Petur Dalbø (Ásmund Hansen, 59.) – Jákup Olsen (Jákup Joensen, 80.), Tór-Ingar Akselsen, Eli Falkvard Nielsen, Jovan Panic, Holgar Durhuus - Ibrahima Camara

Gult kort: eingin

Reytt kort: Eli Falkvard Nielsen 54. (beinleiðis reytt)

 

 

 

HB-B36 2-2 (0-2)

0-1: Høgni Midjord 13.

0-2: Lukasz Cieslewicz 15.

1-2: Bárður J. Heinesen 57.

2-2: Christian R. Mouritsen 72.

Dómari: Lars Múller

HB: Teitur M. Gestsson - Tróndur Jensen (Pál Mohr Joensen, 71.), Gunnar Haraldsen, Jóhan Troest Davidsen, Alex José dos Santos - Heini Vatnsdal,Bárður Olsen, Fróði Benjanimsen - Christian R. Mouritsen, Bárður J. Heinensen (Páll Mohr Joensen, 71.), Kristin R. Mouritsen

Gult kort: Tróndur Jensen, Gunnar Haraldsen, Bárður Olsen, Heini Vatnsdal

B36: Trygvi Askham - Høgni Eysturoy, Súni Olsen. Karl Martin Danielsen, Benjamin Heinesen (Rasmus Dan Sørensen, 74.) - Høgni Midjord (Sandri Færø, 89.), Róaldur Jacobsen, Evrard Blé, Gilli Sørensen -Lukasz Cieslewicz, Adeshina Lawal

Gult kort: Høgni Eysturoy, Evrard Blé

 

 

Støðan

HB 45 

ÍF 40 

EB/Streymur 31 

B36 31 

NSÍ 30

Víkingur 28

AB 22

KÍ 21

TB 19 

07Vestur 11

Víkingur, NSÍ, EB/Streymur og 07 Vestur hava spælt 20 dystir, og hini liðini hava spælt 21 dystir.

 

--------

 

LIÐUGT

2-2

 

2-2

 

Súni Olsen royndir við frísparki, men bólturin verður blokeraður til horna, sum B36 einki fær burturúr!

 

90) 2-2

3 minuttir lagdir aftrat.

 

89) 2-2

Menn eru farnir at troyttast, og nú hevur Evrard Blé sæð gula kortið fyri ófantaligt fríspark ímóti Kristin R. Mouritsen. Tað ber fríspark við sær, og Jóhan Troest Davidsen var um reppið at skora, men bólturin fór dygst omanfyri tvørtræið! 

 

84) 2-2

B36 hevur tvær ferðir verið tætt við. Teitur M. Gestsson hevur stórbjargað í  einum føri, og í hinum førinum var um reppið, at innskifti Rasmus Dan Sørensen skoraði, eftir at Høgni Midjord enn eina ferð hevði lagt neyvt innfyri úr høgru!

 

80) 2-2

Ferðin er lækkað eitt vet. Kanska eru spælararnir farnir at møðast.

Høgni Midjord hjá B36 hevur sæð gula kortið.

 

75) 2-2

Hvørgin parturin tykist vera nøgdur við eitt stig. Báðir partar leypa á fyri at skora sigursmálið. Høg ferð og stórur intensitetur.

 

 

73) 2-2: Christian R. Mouritsen 73. 

So er javnt í Gundadali. Christian R. Mouritsen javnaði, tá ið hann sendi hornaspark beinleiðis í málið. Í næsta B36 álopinum hevði Lawal risa møguleika at skora, tá ið hann við høvdinum sendi bóltin skeivu megin stólpan, eftir at Høgni Midjord hevði lagt innfyri!

 

HB skiftir tveir menn inn: Páll Mohr Joensen og Pál Mohr Joensen eru komnir á vøllin í staðin fyri Trónd Jensen og Bárð J. Heinesen. 

 

70) 1-2

Tað er sera lívligt og intenst. HB roynir at trýsta, B36 vil ikki leggja seg aftur at verja, og Lawal og Cieslewicz seta stórt trýst á HB verjuna, ið harvið ikki torir at vera ov frammarlaga.

 

 

67) 1-2

Eftir B36 horna bjargar HB tvær ferðir á málstrikuni!

 

 

65) 1-2

Spenningur er komin í aftur í Gundadali, har tað regnar illa, og har lotið er vaksið. HB hevur nú hug at trýsta, og størsti møguleikin síðstu løtuna var, tá ið Alex José dos Santos sendi flatt innfyri. Lítla løtu seinni setti Heini Vatnsdal við høvdinum bóltin í málið eftir innlegg úr vinstru frá Fróða Benjaminsen, men dómarin kolldømdi fyri rangstøðu.

Og so var Lawal  um reppið at økja um leiðsluna, men Teitur M. Gestsson bjargaði meistarliga.

Gult kort til Heina Vatnsdal hjá HB.

B36 hevur fríska lotið undan.

 

 

60) 1-2: Bárður J. Heinesen 58.

Eftir innlegg frá Kristin R. Mouritsen er tað Bárður J. Heinesen, sum úr stuttari fjarstøðu minkar um munin. Í næsta álopinum er tað um reppið, at Lawal økir um B36 leiðsluna, men tað endar við hornaspark!

 

 

57) 0-2

B36 kennist onga ætlan hava um at leggja seg aftur á vøllin fyri at verja 2-0 leiðsluna. Teir í árstalsfelagnum eru grammir og pressa frammarlaga á vøllinum. Tá ið teir vinna bóltin, verður tað beinanvegin vandamikið, tí Lukasz Cieslewicz og Adeshina Lawal eru so sera væl upplagdir!

 

 

55) 0-2

Bárður Olsen sær gult, eftir at hann hevur gjørt fríspark ímóti Lukasz Cieslewicz. B36 spælararnir kennast skjótari á fótum og í tanka!

 

 

50) 0-2

Súni Olsen er sannur brandur í B36 miðverjuni, og tað gongur illa hjá HB at koma aftur í aftur.

  

HÁLVLEIKUR

0-2

HB hevur havt bóltin meiri, men Gilli Sørensen hjá B36 hevur havt størsta møguleikan at skora!

 

 

25) 0-2

Tróndur Jensen HB gult kort fyri fríspark móti Lukasz Cieslewicz

 

 

17) 0-2: Lukasz Cieslewicz

B36 hevur lagt øgiliga bragdliga fyri. Eftir skjótt mótálop og stórt hugflog hevur B36 økt um leiðsluna!

 

 

 

15) 0-1: Høgni Midjord

B36 hevur lagt seg framum í grannauppgerðini. Lawal vann luftdyst, og Høgni Midjord, sum er á miðvøllinum í høgru hevur við rimmar skoti lagt árstalsfelagið á odda.

 

 

 

10) 0-0

HB hevur bóltin størsta partin av tíðini, og tað hevur verið ein spent støða frammanfyri málið hjá Trygva  Askham, men framvegis málleyst. Og B36 lúrir eftir møguleikanum fyri umstillingum.

 

 

 

2) 0-0

Símun Joensen er skaddur, og harvið er ungi Karl Martin Danielsen miðverji saman vð Súna Olsen, sum er liðformaður hjá B36.

 

 

HB-B36 kl. 18.00

HB: Teitur M. Gestsson - Tróndur Jensen, Gunnar Haraldsen, Jóhan Troest Davidsen, Alex José dos Santos - Heini Vatnsdal,Bárður Olsen, Fróði Benjanimsen, Christian R. Mouritsen, Bárður J. Heinensen, Kristin R. Mouritsen

B36: Trygvi Askham - Høgni Eysturoy, Súni Olsen. Karl Martin Danielsen, Benjamin Heinesen - Høgni Midjord, Róaldur Jacobsen, Evrard Blé, Gilli Sørensen -Lukasz Cieslewicz, Adeshina Lawal

  

------

 

TB hevur við 3-2 sigri í Klaksvík í kvøld rættuliga orsøk til at halda, at tað er vón fyri, at tað skal eydnast at bjarga lívinum í fremstu røð.

Nú eru tað bara tvey stig frá TB á 9. plássi og fram til KÍ á 8. plássi.

 

 

LIÐUGT

2-3!

 

90.+3.) 2-3

KÍ hevur havt bóltin málinum,  men dómarin kolldømdi fyri rangstøðu!

  

4 minuttir lagdir aftrat!

 

 

88) 2-3

KÍ roynir at spenna álopsbogan og at toga spælið í síðurnar, men tað gongst illa at koma til møguleikar.

 

 

84) 2-3

Beinanvegin eftir TB leiðslumálið er um reppið, at innskifti Kristoffur Jakobsen javnar, men úr málteiginum sendir hann bóltin upp um málið!

KÍ lyftir ov ofta bóltin í brotsteigin, og tað er matur fyri Óla Johannesen!

 

 

2-3: Poul Ingason 82.

Við fínum skoti dygst úti við stólpan hevur Poul Ingason lagt TB á odda. Málskjúttin fegnast so nógv, at hann fær gult kort!

 

75) 2-2

KÍ hevur havt fleiri stórar møguleikar at leggja seg á odda, men Ivan Stojkovic og óneyvar royndir hjá KÍ eru orsøk til, at tað framvegis er javnt. 

 

65) 2-2: Sørmundur Kalsø 62.

So er aftur javnt í Klaksvík. Miðverjin Sørmundur Kalsø, sum spældi lítið, tá ið Páll Guðlaugsson var KÍ venjari, hevur við høvdinum sent bóltin í málið eftir hornasparksinnlegg.

 

TB hevur annars havt risa møguleika – tveir – at økja um leiðsluna, áðrenn heimaliðið javnaði!

 

51) 1-2: Arthur Poulsen 51.

Við rimmar skoti av brotsteigarmarkinum hevur Arthur Poulsen, sum fyri fyrstu ferð spælir á besta TB liðnum, lagt TB á odda!

 

47) 1-1

TB hevur havt fyrstu royndina eftir steðgin, men Meinhardt Joensen bjargaði.

 

 

HÁLVLEIKUR

1-1

 

45) 1-1

Eftir innlegg frá Hjalgrími Elttør úr vinstru roynir Páll A. Klettskarð, men Ivan Stojkovic hálvbjargar, og so fær hann tak á bóltinum. Gott undirhald!

 

 

42) 1-1

Babacar er púra leysur eftir horna, men úr stuttari fjarstøðu stútar hann við síðuna av málinum.

 

40) 1-1

Ferðin er høg, og hugflogið er stórt. Harvið er tað rættuliga undirhaldandi í Klaksvík, har tað gongur javnt á.

 

33) 1-1

TB hevur verið tætt við. Eftir fínt uppspæl, har Arthur Poulsen og Nicky áttu uppleggið smekkaði Poul Ingason seg, og Meinhardt Joensen stórbjargaði.

 

 

28) 1-1

Tað gongur javnt á. Kanska hevur TB tikið seg eitt vet longri aftur, men gestirnir eru vandamiklir í mótálopum.

KÍ hevur havt góðan møguleika, tá Heðin Klakstein royndi seg eftir innlegg frá Álvi F. Christiansen, men Ivan Stojkovic stórbjargaði.

 

 17) 1-1: Ndende 16.

TB hevur svarað aftur. Miðvallarin Ndende sendi eftir innlegg bóltin upp í nettakið. 

 

10) 1-0: Heðin Klakstein 9.

 Hóast tað er TB, sum hevur verið meiri í álopi, so er tað KÍ, sum hevur lagt seg á odda. Eftir innlegg úr høgru var talan um ikki serliga sannførandi verjuspæl, og so var miðvallarin Heðin Klakstein á rætta staðnum í røttu løtuni.

 

 5) 0-0

TB hevur havt fyrsta hornasparkið, og innlegginum bilaði einki. Bólturin fór dygst framvið málinum.

 

 KÍ-TB kl. 17.00

Dómari:  Petur Reinert

KÍ: Menhardt Joensen – Johan Jacobsen, Sørmundur Kalsø, Jógvan Isaksen, Heðin á Lakjuni – Atli Danielsen, Heðin Klakstein, Ivan Joensen – Álvur F. Christiansen, Páll A. Klettskarð, Hjalgrím Elttør

TB: Ivan Stojkovic – Teitur Olsen, Martin Tausen, Óli Johannesen, Eirikur Magnusarson –  Poul Ingason,  Babacar Ndiour,  Ndende Adama Guéye, Teitur Joensen, Nicky Ferenc Divedrdics -  Arthur Poulsen

 

------

Fyri fjórðu ferð í ár hevur ÍF vunnið við einum máli ímóti AB. 3-2 sigurin í dag var triði sigurin í landskappingini, og úrslitið ber við sær, at ÍF framvegis liggur trygt á næstfremsta plássinum.

 

LIÐUGT

3-2

 

90) 3-2

3 minuttir lagdir aftrat.

  

75) 3-2

Heri Nesá er komin inn á ÍF liðið í staðin fyri Ara Ó. Ellingsgaard.

 

65) 3-2

AB hevur risa møguleika at javna, men Jákup Mikkelsen bjargar, tá ið Bjartur Kjærbo er púra leysur!

 

60) 3-2

Gult kort: Bogi Reinert Petersen hjá ÍF og Dion Splidt hjá AB. 

 

 

55) 3-2

ÍF hevur risa møguleika at økja um leiðsluna. Eftir innlegg temur Nenad Saric bóltin og smekkar til, men bólturin brestur í tvørtræið.

 

 

 

46) 3-2

AB hevur skift út. Jónas Stenberg er farin út, og Hørður Mohr er komin inn beinanvegin eftir steðgin.

 

HÁLVLEIKUR

3-2 

 

36) 3-2

Hóast fimm mál eru skorað, so er talan ikki um nógvar málmøguleikar. Nú gongur tað javnt á.

 

33) 3-2: sjálvmál 33.

Eftir innlegg er ÍF liðfomaðurin Høgni Zachariassen,tá ið hann stýrir bóltin framvið Jákupi Mikkelsen.

 

31) 3-1: Øssur Dalbúð 30.

Eftir blokering er Øssur Dalbúð fyrstur á returinum og stýrir bóltin í málið.

 

30) 2-1: Clayton Soares 26.

 

Eftir hornaspark frá Ara Ellingsgaard ruddaði AB burtur. Høgni Madsen fekk tak á og smekkaði til. Clayton Soares fekk tonna á, og bólturin fór í málið.

 

23) 1-1: sjálvmál

ÍF hevur havt bóltin størsta partin av tíðini, og nú hava fuglfirðingar javnað. Misskiljing í AB verjuni bar við sær, at bólturin varð stútaður upp um Símun Rógva Hansen

 

13) 1-0: Bjartur Kjærbo 11.

ÍF hevur havt bóltin meiri, men tað er AB, sum hevur lagt seg á odda. Eftir innlegg úr høgru frá Dion Splidt var tað Bjartur Kjærbo, sum við høvdinum setti bóltin í netið.

 

ÍF-AB kl. 17.00

ÍF: Jákup Mikkelsen – Fritleif í Lambanum, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard – Ari Ellingsgaard, Høgni Madsen, Bogi R. Petersen, Nenad Saric – Øssur Dalbúð, Clayton Soares

AB: Símun Rógvi Hansen – Jónas Stenberg, Morten Overgaard, Rói Danielsen, Beinir Ellefsen – Jobin Drangastein, Dion Splidt, Sorin Anghel, Kári Nielsen, Rógvi Poulsen – Bjartur Kjærbo

 

 

----

 

LIÐUGT

4-0

 

 

65) 4-0: Leif Niclasen

Eftir sera gott og hugflogsríkt uppspæl.

 

 

3-0: Gunnar Zachariasen 52.

 Eftir uppspæl frá Niels Paula Danielsen og Hans Paula Samuelsen hevur Gunnar Zachariasen økt um leiðsluna.

 

Lítla løtu eftir er Eli F. Nielsen hjá 07Vestur rikin av vølli eftir stempling ímóti Briani Olsen.

 

 

HÁLVLEIKUR

2-0

 

Tað hevur verið nógvur vindur við Margáir, og heimaliðið hevur havt bæði vindin og avfallið undan. Nú er vindurin minkaður nakað, so tað kann væl vera, at 07Vestur ikki fer at fáa sama fyrimun, sum EB/Streymur hevur havt av veðrinum.

 

 

17) 2-0: Brian Olsen

Eftir innlegg  frá Hans Paula Samuelsen hevur miðvallarin Brian Olsen, sum ikki hevur fingið so nógvar møguleikar í ár, økt um heimaleiðsluna.

 

 

 

15) 1-0: Leif Niclasen 13.

Eftir horna umsetti Leif Niclasen til mál.

 

 

EB/Streymur-07Vestur kl. 17.00

EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen, Pætur Dam Jacobsen, Marni Djurhuus, Rógvi E. Nielsen - Levi Hanssen, Niels Pauli Danielsen, Brian Olsen – Leif Niclasen, Gunnar Zachariassen, Hans Pauli Samuelsen

07Vestur: Andras Gango – Petur Dalbø, Emil Mikkelsen, Gunleif Olsen, Jákup Olsen – Holgar Durhuus, Tór-Ingar Akselsen, Eli Falkvard Nielsen, Jovan Panic, Tórstein Mýlingstind - Ibrahima Camara